Fípan í flokki fyri seg

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Tær úr Klaksvík vóru meiri enn tvær bátslongdir undan Firvaldi

Tað er eingin slingur í valsinum hjá 17 – 18 ára gomlu kappróðrargentunum í Klaksvík.

 

Í dag var triðja kappingin, og í dag vunnu tær umborð á Fípuni Føgru fyri triðju ferð.

 

Sigurin í góðveðrinum í Hvalvík í dag var so mikið sannførandi, at Fípan Fagra var væl meiri enn tvær bátslongdir undan næsta bátinum.

 

Næsti báturin var Firvaldur av Tvøroyri, sum var eina bátslongd undan Teistanum hjá argja Róðrarfelag, ið vann bronsuplássið í sera stórari kapping við Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

Fimti bátur í kappingini í dag var Svanur av Skála, sum hevði so mikið stórar trupulleikar, at hann ikki kom á mál.

 

-

 

1Fípan Fagra (KRF)05:44.25
2Firvaldur (FSR)05:52.47
3Teistin (AR)05:55.14
4Sævarmoy (KRF)05:55.33
5Svanur (Skála)ET

 

stavnur.fo