Fípan vann fjórða sigurin til Klaksvíkar

5-mannafør gentur: Tað man neyvan vera komið fyri áður, at klaksvíkingar ein dag hava vunnið fýra róðrar

Tað tók sína tíð – øgiliga langa tíð – at avgreiða kappróðurin í Klaksvík. Fyri átta vikum síðani var tað koronan, sum var orsøk til, at kappróðurin varð útsettur. Í dag var lotið rættiliga frískt, tá ið barnaróðurin var, og so vóru tekniskir trupulleikar, sum vóru orsøk til, at tað gekk long tíð, áðrenn tað varð farið undir kappingarnar.

 

Klokkuni restaði ein minutt í átta, tá ið skotið brast fyri síðsta vinnaranum. Tað var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann kappingina millum gentur. Harvið vunnu vertirnir í Klaksvík fýra róðrar á heimasjógvi í dag. Tað er ivasamt, um tað nakrantíð áður er komið fyri, at fýra bátar hjá klaksvíkingum hava vunnið sama kappingardag.

 

Fípan Fagra legði bragdliga fyri, og eftir kapping við Firvald, Huldu og Drekan í startspurtinum var Fípan Fagra á odda. Munurin var onkra løtu tað mesta av einari bátslongd, og í endaspurtinum var eingin ivi um, at Fípan Fagra fór at vinna, og Fípan var leys av Firvaldi, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

At Fípan Fagra vann, og at Drekin endaði á triðja plássi ber við sær, at FM spenningurin øktist undan ólavsøkuróðrinum. Drekin er tvey stig undan Fípuni, sum er fimm stig frammanfyri Firvald.

 

1Fípan Fagra05:45.47700
2Firvaldur05:50.07600
3Drekin05:50.14500
4Hulda05:58.38400
5Kjósin06:08.13300
6Sævarmoy06:10.40200
7Junkarin06:11.11100
8Tambar06:11.35000
9Teistin06:15.40010
10Ingibjørg06:26.31000
11Spógvin06:28.34000
12Malunarhav06:35.28000
13Svanur07:39.00000

 

FM støðan

 

1 Drekin               39

 

2 Fípan Fagra     37

 

3 Firvaldur           32