Firmakapping í Klaksvík

Komandi vikuskiftið verður skipað fyri firmakappingin í flogbólti í Klaksvík.
Tað er Mjølnir, sum stendur fyri tiltakinum, sum nú verður hildið triða árið á rað. Kappingin hevur hvørja ferð verið væl vitjað, og nú ókeypis tunnilssamband verður alla vikuna, roknað tey í Klaksvík við, at luttakararnir verða ikki færri í tali hesaferð, enn teir áður hava verið.
Reglurnar fyri luttøku eru, at tað skal vera ein kvinna á hvørjum liðnum, og at tað í mesta lagi skal vera ein spælari á liðnum, sum hevur spælt við meistaradeildini hjá monnum ella kvinnum seinasta ári.