Firmakappingin: Bókhaldið hjá SEV - Betri Pensjón (FM1)

(FM1) Tað bleiv ein sera spennandi Firmakapping - spurnarkapping - millum bókhaldið hjá SEV og Betri Pensjón á FM1 í dag

##med2##

14 fyritøkur/arbeiðspláss kappast í øðrum umfari í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1 í vetur. 

 

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust bókhaldið hjá SEV og Betri Pensjón. Talan gjørdist um eina stigaríka og sera spennandi kapping millum tvey dugnalig lið.  

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping.

(Firmakapping: Bókhaldið hjá SEV - Betri Pensjón)