Firouz Gaini skal í næstum granska á einum viðurkenda amerikanska universitetinum Berkeley.
Føroyski antropologurin, sum er lektari á Fróðskaparsetrinum og postdoc-granskari á NTNU í Tróndheimi, verður gestagranskari í USA frá 23. februar og 5 vikur fram, boðar Fróðskaparsetrið frá.
Seinastu tíðina hevur Firouz Gaini serliga arbeitt við gransking innan kynssamleiki og maskulinitet, gerandislív og framtíðartankar hjá ungdómi í Føroyum og Grønlandi, og í næstum fer hann til Ameriku at granska.
Tað er umvegis granskingarsamstarvið millum NTNU í Tróndheimi og Berkeley, at Firouz fer til USA, har hann skal luttaka á fundum og fyrilestrum umframt at leggja granskingarúrslit fram á ráðstevnu fyri barna- og ungdómsgranskarar. Sambært Fróðskaparsetrinum, er tað framtíðartankarnar hjá føroyskum ungdómum, sum verður evni í framløguni hjá Firouz.
Berkeley liggur beint uttan fyri San Francisco í California og telist millum bestu universitetini í heiminum. Sambært Quacquarelli Symonds, ella QS, sum hava gjørt listar yvir bestu universitetini síðani 1994, telist Berkeley millum 30 tey fremstu universitetini í heiminum.