Firouz verður professari

1. juli verður Firouz Gaini tilnevndur professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya.

Firouz hevur verið virkin granskari síðani seinnu helvt av 90 árunum, og á síni granskingarleið hevur hann serliga varpað ljós á ungdómslív og -mentan seinnu árini. Millum annað hevur hann kannað og greinað viðurskifti, ið ávirka gerandidagin hjá børnum og ungum í dag – sum eitt nú miðlar og samskifti, skúli og útbúgving, sosial- og familjulív, kyn og mentanarligur samleiki, framtíðar dreymar og -ætlanir.

Fróðskaparsetrið nevnir antropologisku granskingina hjá Firouzi sum slóðbrótandi í føroyskum høpi. Við granskingini hevur hann víst á, hvussu broytingar og markamót í ungdómsmentanarligum viðurskiftum endurspegla størri samfelagsligar rembingar – bæði á á lokalum og altjóða stigi – og hví tað er umráðandi at kenna ungdómin fyri at skilja rák og brot í lokalum mentanarligum viðurskiftum.

Firouz Gaini er føddur í 1972, og hevur verið lektari á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2011, har hann eisini vardi sína doktararitgerð »Ungdómur – Miðlar, mentan og seinmodernitetur í Føroyum« í 2007.

Antropologisku útbúgvingina hevur hann tikið á universitetunum í Oslo, Keypmannahavn og Føroyum, og gjørt etnografisk kanningararbeiði í Føroyum, Grønlandi, Fraklandi og Japan.

Harumframt, hevur Firouz verið ritstjóri á Fróðskaparritum, FRØÐI og BARN (Tidsskrift for barn og barndom i norden). Eisini hevur hann sitið sum formaður í Føroya Fróðskaparfelag og Amnesty International. Hann hevur útgivið vísindaligar greinir, frágreiðingar og bøkur á fleiri málum. Hann hevur luttikið í altjóða granskingarverkætlanum, -netverkum og nevndum.

Í sambandi við professaratilnevningina verður professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í heyst.