First Lego League kappingin 2010

Leygardagin 13. november er finalan í First Lego League (FLL) aftur. Hetta er 5. árið á rað, at FLL kapping er í Føroyum, og aftur í ár er hon á Føroya Tele í Hoyvík. FLL kappingin er ímillum ungdómar í 10 ? 16 ára aldri. 15 lið ymsastaðni frá úr Føroyum eru við í ár. Samlað eru umleið 150 børn við, og hetta er stórsta luttakaratalið, sum nakrantíð hevur verið í føroysku kappingini.

Liðini kappast m.a. við Lego robottum, sum skulu gera ymsar uppgávur. Eisini hava tey ymiskar framløgur og framførslur.

Ársins evni er ?Body Forward?, og er m.a. um, hvussu vit kunnu halda kroppinum í góðum formi, og hvussu vit kunnu hjálpa kroppinum, tá hann ikki hevur tað gott ? t.d. orsaka av sjúku.

Vinnandi liðið sleppur at luttaka á Norðurlendsku FLL finaluni, sum í ár verður í Grimstad í Noregi.

Øll eru vælkomin niðan í Klingruna hjá Føroya Tele leygardagin 13 november.

Tiltakið er alment og ókeypis.