Firvaldur fyri fimtu ferð

FM heitið er á stokkinum hjá gentunum í Froðbiar sóknar róðrarfelag

Tað tók sína tíð at leggja gentubátarnar á vestanstevnu, sum er í Sørvági ídag. Fríska lotið, sum er beint ímóti á langa Sørvágsfirði argaði.

Tá ið tað endiliga eydnaðist, og startskotið ljóðaði, var tað als eingin ivi.

Firvaldur sprakk avstað, og síðani var als eingin ivi um, hvør fór at vinna. Genturnar av Tvøroyri hevur róð væl higartil í ár, men hann hevur ongantíð verið so nógv frammanfyri avbjóðararnar, um tað ber til at kalla hinar bátarnar soleiðis, sum hann var tað ídag.

Tá ið Firvaldur fór um málið, var hann meiri enn tríggjar bátslongdir undan næsta bátinum.

Falkur var aftur í dag næstfremstur – eina bátslongd undan teimum næstu – og so var tætt millum Drekan og Báruna.

 

Firvaldur er nú stórfavorittur at vinna FM. Eftir fimm róðrar hevur Firvaldur fult stigatal – 35 stig og harvið sjey stig undan Falki.

 

1 Firvaldur 05.57.13

2 Falkur 06.10.17

3 Drekin 06.14.03

4 Báran 06.14.24

5 Hulda 06.24.13

6 Beinta 06.30.22

7 Havfrúgvin 06.33.02

8 Royndin Fríða 06.34.19

9 Kollur 06.39.09

10 Sílið

11 Pílur

 

Støðan

1 Firvaldur 35

2 Falkur 28

3 Drekin 22

4 Báran 21

5 Havfrúgvin 14

6 Hulda 10

7 Beinta 5

8 Sílið 2

9 Svalan 2

10 Pílur 1