Tað er ikki innan nógv øki, at Føroyar kunnu sigast at verða miðdepil. Men tá ið tað snýr seg um fiskivinnu, eru Føroyar ein lutfalsliga vælkendur prikkur á heimskortinum. Og ein fiskivinnutjóð við virðing fyri sær sjálvari eigur eisini at hýsa einari framsýning um fiskivinnu.
Tað er við hesum í huga, at Petur Mohr Reinert, stjóri á framsýningafyritøkuni Xpro, hevur avgjørt at standa á odda fyri Fish Expo Faroes, ið verður hildin í døgunum frá 27. til 29. mai 2009. Talan er um eina spildurnýggja framsýning, ið vendir sær mótvegis bæði føroyskum og útlendskum aktørum innan fiskiídnað á landi og sjógvi.
- Føroyar eru fjarskotnar, og tað kostar at ferðast hertil. Men satt at siga liggja vit væl fyri til at halda tiltøk um fiskivinnu, tí vit liggja á leið miðskeiðis ímillum tær týdningarmestu fiskivinnutjóðirnar í Norðurevropa. Her liggur væl fyri hjá fólki úr eitt nú Íslandi og Grønlandi at hitta samstarvsfelagar og kundar úr Norra og Danmark. Samstundis hevur Havnin teir hentleikar, ið eiga at verða tøkir undir einari slíkari framsýning, sigur Petur Mohr Reinert.
Krevjandi verkætlan
Hóast Fish Expo Faroes á mangan hátta minnir um North Atlantic Fish Fair, so leggur Petur Mohr Reinert dent á, at talan er um eina heilt nýggja ráðstevnu við nýggjum fyriskiparum. Xpro hevur høvuðsábyrgdina fyri tiltakinum, men eisini Ikon (fyrrverandi Petur og Petur) og Sendistovan eru við í samstarvinum um ráðstevnuna.
- At skipa fyri slíkum tiltøkum krevur nógva tíð, orku og pening. Tað er heilt avgerandi, at fyriskipanin er á hædd við tað, sum í dag er standard í grannalondunum. Sendistovan, Ikon og Xpro hava royndir frá ráðstevnum - bæði sum fyriskiparar og sum luttakandi, sigur Petur Mohr Reinert.
Málbólkurin hjá Fish Expo Faroes eru fyrst og fremst fyritøkur, ið antin framleiða ella selja útgerð til fiski- og alivinnu. Afturat hesum fyritøkum koma so útflytarar og onnur, sum á ein ella annan hátt hava tilknýtið til fiskiídnaðin. Xpro hevur sum mál, at stívliga 50 prosent av framsýnarunum skulu verða útlendskir.
Petur Mohr Reinert greiðir frá, at dentur verður lagdur á høga góðsku, og av somu orsøk verður ansað eftir, at fyritøkur uttan tilknýtið til fiskivinnu verða ov nógvar í talið.
- Ein slík framsýning er tað upplagda staðið til netverkan. Og tað hendir seg ofta, at lutfalsliga stórir keypssáttmálar verða undirskrivaðir á slíkum stevnum, sigur Petur Mohr Reinert.
Vænta nógv vitjandi
Fish Expo Faroes verður hildin í tveimum ovurstórum tjaldum á ítrottarøkinum í Gundadali. Og Petur Mohr Reinert vónar, at málið um 300 framsýnarar og millum 10.000 og 12.000 vitjandi kann røkkast.
- Vit kunnu sjálvand vænta, at tann kreppan, sum beint nú byrjar at gera um seg, fer at ávirka Fish Expo Faroes. Hinvegin hevur fiskiídnaðurin ein størri tørv á innovativum loysnum enn nakrantíð áður. Serstakliga tá ið tað snýr seg um umhvørvi, orkunýtslu og burðardygd. Vit fara at bjóða uppá fleiri fyrilestrar um hesi evni á ráðstevnuni sum verður hildin í samband við framsýningina - bæði við føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum, sigur Petur Mohr Reinert.
Beint nú verður arbeitt við fullari ferð við at marknaðarføra framsýningina uttanlanda.
Skráðin fyri framsýningina er løgd.
27. Mai 10:00 Framsýningin verður sett av heðini Mortensen, borgarstjóra
10:30 Framsýningin letur upp
13:00 VIP lounge letur upp
16:00 Ráðstevna
17:00 Framsýningin letur aftur
28. Mai 09:00 Ráðstevna
10:00 Framsýningin letur upp
VIP lounge letur upp
16:00 Conference in Listaskálin.
17:00 Framsýningin letur aftur
19:00 Veitsla
29. Mai 09:00 Ráðstevna
10:00 Framsýningin letur upp
VIP lounge letur upp
16:00 Framsýningin endar