Talv
Men ein telvari, ið ofta hevði buldur og larm rundan um seg, var Bobby Fisher, sum andaðist 17. januar 2008.
Unga flogvitið
Robert James Fisher varð borin í heim tann 9. mars 1943 í Chicago, Illinois. Fisher hevði eina øgiliga framgongd sum telvari, og longu sum 13 ára gamal gjørdist hann yngsti vinnarin av unglingameistaraheitinum í USA, og vinningurin var ein skrivimaskina! Løgnir vóru vinningarnir, tí árið eftir vann hann aftur eina skrivimaskinu.
Bert 15 ára gamal gjørdist Fisher yngsti stórmeistarin nakrantíð. Eftir hetta vann Fisher næstan alt, ið vinnast kundi, og meðan ratingtalið hækkaði, reyk sjálvsálit hansara eisini upp um skýggini. Hann setti krøv til alt og gjørdi einki, sum hann ikki tímdi.
Fisher vann í 1971 á russaranum Mark Taimanov og fekk harvið møguleikan at telva um heimsmeistaraheitið móti Boris Spassky
HM í Reykjavík 1972
Dysturin millum Fisher og Spassky hevði sera stóran týdning fyri amerikumenn og russar. Hetta var júst tann tíðin, har kalda kríggið var í hæddini, og hesin dysturin var eisini eitt slag av sálarligum kríggi millum eystur og vestur. Tað var líka við, at Fisher ikki møtti upp, tí hann var ikki nøgdur við, at dysturin skuldi verða í Reykjavík. Eisini var hann sera ónøgdur við fíggjarligu viðurskiftini.
Fisher vann dystin 12½ - 8½ eftir 21 talv, og harvið var tað fyrstu ferð í 24 ár, at ein heimsmeistari kom úr øðrum landi enn Sovjetsamveldinum.
Eftir dystin
Fisher telvaði lítið, eftir at hann var vorðin heimsmeistari, men hann vísti seg ofta í sjónvarpinum til samrøður. Tá hann í 1975 skuldi verja heimsmeistaraheitið møtti hann ikki, og Anatolji Karpov fekk yvirført heitið. Hann hvarv so, og varð bert sæddur fáar ferðir.
Í 1981 varð hann handtikin í Pasadena, tí hann passaði til eina lýsing av einum bankaránara. Hann noktaði at svara spurningum, og varð tí settur fastur. Árið eftir gav hann eina grein út við heitinum:”I was tortured in the Pasadena jailhouse”. Her byrjaði sostatt ein hatur móti USA at birtast innan í honum.
Tjúgu ár seinni
Í 1992, tjúgu ár eftir dystin í Reykjavík, kom hann brádliga fram aftur at telva ein dyst móti Boris Spassky. Hann segði, at hann enn var sitandi heimsmeistari, tí eingin hevði vunnið á honum hesi tjúgu árini.
Tað var týðiligt, at Fisher einki vildi hava við USA at gera. Í einari sjónvarpssending tók Fisher eitt skjal, sum noktaði honum at telva í tí krígsherjaða Jugoslavia, og spýtti á tað.
Fyri hetta var hann dómdur 10 ára fongsulsrevsing og eina bót uppá $250.000, um hann kom aftur til USA. Eftir hetta fór Fisher undir jørðina.
Fisher gjørdist íslendari
Fyri nøkrum árum síðani varð Fisher handtikin í Japan, og avgjørt varð, at hann skuldi útflýggjast til USA. Men íslendingar vildu fegnir hýsa honum, og Fisher gjørdist íslendskur ríkisborgari.
Sjálvur var undirritaði í Íslandi tann 25. august 2006, har ein fyrrverandi starvsfelagi greiddi frá, at hann hevði verið til eina fótbóltskapping saman við nøkrum vinmonnum, har teir høvdu vunnið eitt steyp.
Á einari matstovu, har teir fóru, møttu teir Fisher og konu hansara. Teir høvdu skemtingarsamir bjóðað Fisher við í veitslu, men teir gjørdist bilsnir, tá Fisher fekk sær eitt lítið kjak við konu sína og avgjørdi at koma við teimum.
Teir høvdu eitt hugnaligt kvøld saman, har Fisher hevði undirhildið teimum við sínum sermerkta framferðarhátti. Teir høvdu síðani givið honum steypið, sum hann tók við sær heim.
Bert 1½ ár seinni andaðist Fisher. Hann gjørdist 64 ára gamal.