Fisk og list í Losjuni á ólavsøku

Akvariufelagið sýnir fram á ólavsøku og eisini verður brúkslist, ið Torgerð Suðuroy ger, á einum bási.

Akvariufelagið sýnir fram á ólavsøku og eisini verður brúkslist, ið Torgerð Suðuroy ger, á einum bási. Akvariufelagið hevur í nøkur ár sýnt fram á ólavsøku. Í ár fer Torgerð Suðuroy at hava ein bás á sýningini, har hon sýnir fram brúkslist. Hon er von at taka lut á sýningum og sølustevnum og í fleiri ár hevði hon eisini sýnt brúkslist á ólavsøku, og kenna mong lutirnar, ið hon evnar til, frá básinum á Áarvegnum á ólavsøku. Men í ár er hon at finna í Losjuni, Tinghúsvegur 18, og opið er frá kl. 14 til 18 frá 28. til 31. juli.