Fiskivinna
Vesturvón hevur gjørt ein góðan túr eystanfyri.
Eftir at hava roynt í norskum og russiskum sjógvi í tríggjar mánaðir, hevur skipið nú lagt veiðina upp í Kollafirði. Teir hava 685 tons í flaki, sum er ein góður túrur.
Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at veiðan verður fraktað til Grimsby, og hann væntar, at hon verður seld fyri einar 20 miljónir krónur.
- Tað er eingin trupulleiki at selja veiðina. Pundið stendur seg hampiliga væl, og tí vænta vit, at sølan verður hampiliga góð.
Spurdur, hvussu stórur manningarparturin verður hendan túrin, sigur Ólavur, at tað dugir hann ikki rættiliga at siga.
Við Vesturvón vóru 36 mans, og skipari var Heðin Hansen úr Sørvági. Heðin og Tórfinn Johannesen, ið er sørvingur, sum býr í Havn, skiftast um at føra Vesturvón.
Sáttmálin
Ólavur Petersen sigur, at Vesturvón plagar at byrja henda seina vártúrin í Grønlandi og fiska har uppi í hálvan annan mánaða ella so. Síðan plaga teir at fara beinleiðis upp í Barentshavið og gera túrin lidnan har eysturi.
- Í Eysturgrønlandi plaga vit at sleppa at royndarfiska eftir toski og royna eftir svartkalva í Vesturgrønlandi. Men soleingi sáttmálin ikki er komin upp á pláss, er óvist, hvussu verður í ár.
Reiðarin sigur, at kemur sáttmálin við grønlendingar ikki upp á pláss rættiliga skjótt, fer Vesturvón væntandi nýggjan túr eystureftir komandi hósdag.