Fiskaðu fyri 11 mió kr. í 12 dagar

- Vit hava ikki sæð vektarseðlarnar enn, men verður vektin so góð, sum vit vóna og vænta, verður hetta ein rættiliga góður túrur hjá skipunum, sum hendan túrin partrolaðu eftir norðhavssild, siga tey á skrivstovuni hjá P/F Framherja á Toftum

Roktúrur

Kombineraðu nóta-og trolskipini hjá P/F Framherja, Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg og Høgaberg, sum er fyrrverandi Gullfinnur, hava gjørt ein rættiligan roktúr norðanfyri.
Skipini komu á Fuglafjørð mánadagin, bæði full undir lúkurnar av norðhavssild.

11 mió krónur
Ymiskt kann vera, sum lastin vignast, tá ið saman um kemur, men á skrivstovuni hjá P/F Framherja á Toftum siga tey, at hetta undir øllum umstøðum er ein rættiliga góður túrur, nú prísurin til ídnað er so góður.
- Fagraberg tekur eini 3.200 tons, og Høgaberg tekur eini 2.300 tons. Tilsamans vænta vit, at skipini hava eini 5.500 tons av sild hendan túrin. Enn hava vit tó ikki sæð vektarseðlarnar og vit vita ikki endaliga prísin fyri sildina. Tí duga vit heldur ikki at siga ítøkiliga, hvussu vignast hevur.
Prísurin á sild til ídnað hevur verið góður í seinastuni. Hann hevur ligið um góðar 2 krónur fyri kilo, og vignast lastin so væl, sum reiðaríið vónar og prísurin somuleiðis heldur sær, kann væntast, at samlaða veiðivirðið fer at liggja um einar 11 mió krónur.
Sum skilst, er tað góðu prísirnir á mjøli, sum eru orsøkin til góða prísin á fiski til ídnað.
- Skipini hava verið burtur í 12 dagar tilsamans. Umborð á Høgabergi eru 12 mans, og 11 eru við Fagrabergi, siga tey hjá P/F Framherja.
Skiparar hendan túrin vóru Hans Jacob Petersen, sum er ættaður úr Norðdepli og Høgni Hansen, sum býr í Oyndarfirði, men er ættaður úr Klaksvík.
Høgaberg landaði í Fuglafirði týsdagin, og Fagraberg landaði mikudagin.

Daglønarskipan
Freistandi kundi verið at vitað, hvussu stórur manningarparturin er fyri hesar 12 dagarnar á einum slíkum túri, tá ið samlaða veiðivirðið er so stórt.
- Men hjá okkum eins og hjá fleiri øðrum reiðaríum í hesi vinnu, siglir manningin undir eini daglønarskipan, sum verður javnað, tá ið árið er liðugt. Hetta verður gjørt, tí tíðarskeiðini í hesi vinnu eru so ymisk og skiftandi. Viðhvørt er nógv at fiska, og inntøkan er góð. Aðrar tíðir vignast minni væl, og tí siglir manningin undir eini daglønarskipan, sum javnar inntøkuna gjøgnum árið.
Hevði kombineraði trol-og nótaflotin ikki havt eina slíka skipan, høvdu allir, sum knýttir eru at skipunum, viljað verið umborð, tá ið nógv er at fiska og áhugin hevði verið minni, tá ið lítið er at fiska.
- Men tað skerst ikki burtur, at ein slíkur túrur sum hesin hálar inntøkuna hjá manningini uppeftir, siga tey á skrivstovuni hjá P/F Framherja á Toftum.
Høgaberg fór útaftur týsdagin at leita eftir sild og Fagraberg, sum var hin seinni, ið landaði, fór útaftur mikukvøldið.