Fiska væl men prísir í botni

Stór óvissa er um framtíðina hjá Næraberg og Sjúrðarberg men hjá hinum JFK-Trolarunum sær tað betri út.

Næraberg fór av Klaksvík millum nátt og morgun hósdagin. Tann 85 arbeiðspláss stóra flótandi surimi- og fiskamjølverksmiðjan skal á hesum sinni suður til leiðirnar við Rock All at royna í altjóða sjógvi, aftan á at kvotan i ES sjógvi júst er uppfiskað á hesum sinni.
Fiskiskapur og framleiðsla hevur riggað væl hjá Nærabergi. Seinasta túr kom trolarin longu heim tjokkfullur aftan á tríggjar vikur. Men hóast úrtøkan var heili 780 tons av surimi og 230 tons av fiskamjøli, so fæst í krónum og oyrum ikki tað stóra burtur úr.
? Prísirnir eru í botni, og vit hava eina stóra goymslu sum er ring at sleppa av við, staðfesti stjórin á JFK Trol, Hanus Hansen.
? Arbeiðið umborð á Nærabergi hevur annars gingið sera væl bæði hvat fiskiskapi og framleiðslu viðvíkur.
Sum skilst er óvist hvussu leingi royndarprojektið Næraberg, sum fyri stóran part verður fíggjað av einum norskum ríkmanni, kemur at halda fram.
? Vit ætla í øllum førum at halda fram so leingi Røkke er sinnaður at standa við tann fíggjarliga endan, legði Hanus Hansen afturat.
? Vit høvdu kunnað sagt, at verkætlanin var væleydnað í dag, um ikki tað var fyri prísirnar; við teimum núverandi prísunum er tað sum við laksinum, framleiðslukostnaðurin liggur á hædd við søluprísin, og tá er einki lønsemi í.
Samstundis hevur rækjuskipið hjá JFK Trol, Sjúrðarberg, ligið við kai síðani á tollaksmessu. Inntil víðari verður einki gjørt har, og við verandi støðu í føroyskari rækjuvinnu eru útlitini alt annað enn góð; men fyrr ella seinni kann roknast við at skipið má seljast ella leigast út.
Hitt rækjuskipið hjá JFK Trol, Fuglberg, er nevniliga leigað út til fiskiskap í Grønlandi, og tað gongur væl við tí.
Hinir verksmiðju trolararnir, Sundaberg og Skálaberg, eru í løtuni til fiskiskap og royna eftir toski og hýsu í ávikavist russiskum og norskum sjógvi. Fiskaríið er hampiligt, og teir koma væntandi heim í mars og apríl.