Týðandi broytingar í virkseminum hjá P/F Fiskaaling seinasta árið hava gjørt, at felagið nú aftur hevur fótað sær bæði rakstrarliga og fíggjarliga. Fiskaaling hevur seinastu árini ligið í tungum sjógvi fíggjarliga. Fyri at tryggja framtíðina hjá felagnum, máttu broytingar gerast.
Leiðsla og nevnd løgdu tí upp til tillagingar í virkseminum hjá Fiskaaling. Politiska avgerðin hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, at lata alivinnuna yvirtaka kynbótaarbeiðið og rognaframleiðsluna grundað á føroysku laksastammuna, og á tann hátt miðsavna virksemið hjá Fiskaaling um gransking, menning, ráðgeving og tænastuveitingar til alivinnuna, er ein orsøk til, at gongdin í felagnum nú er vend, heldur felagið.
- Rakstrarroknskapurin fyri 2017 vísir 3,9 mió. í avlopi samanborið við 18,1 mió. krónur í halli undanfarna roknskaparár. Fíggjarstøðan javnvigar við 16,7 mió. krónum, og eginpeningurin er negativur við 4,4 mió. krónum við árslok 2017. Úrslitið í 2017 er serliga merkt av øktum inntøkum í seinna hálvári, umframt tillagaðum útreiðslum sum heild, skrivar felagið.
Nevndin í P/F Fiskaaling metir, at við tillagingunum seinasta árið og lánstreytunum frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum eigur allan partapeninginum í felagnum, er grundarlagið gott fyri einum tryggum og mennandi rakstri.
Fíggjarligu váðarnir eru munandi minkaðir í árinum, og samstundis er Fiskaaling farið frá at vera ein framleiðari av rogn og ynguli til ein framleiðari av vitan. Hesum taka føroyska alivinnan og myndugleikar sera væl undir við. Fiskaaling væntar eitt útslit á umleið eina mió. krónur í 2018.
- Føroyska alivinnan hevur havt góð úrslit seinnu árini, men vinnan er lívfrøðiliga viðbrekin, og hon er dagliga í harðari, altjóða kapping. Tað er tí av alstórum týdningi, at Føroyar granska innan aling, og at vit áhaldandi menna hættir, ið kunnu optimera alingina, soleiðis at alivinnan framhaldandi kann vera burðardygg, skrivar Fiskaaling.
Í grannalondunum verður nógv orka brúkt at granska innan aling, bæði innan lokalar avbjóðingar og innan almenna aligransking.
- Taka Føroyar ikki eisini lut í vinnugransking, er stórur vandi fyri, at kappingarneytarnir fáa tann marginala fyrimunin, sum ger, at alingin í Føroyum verður eftirbátur. Tí hevur Fiskaaling seinastu árini lagt stóran dent á at menna eitt sterk fakligt umhvørvi, hvørs fokus beinleiðis er rættað móti at byggja upp vitan, sum kann gagna alivinnuni og føroyska samfelagnum, skrivar felagið.