info
Ongi úrslit

Fiskaaling fingið stuðul at menna amboð

Fiskaaling fingið stuðul at menna amboð, ið vísir hvar bitlar frá alivirksemi enda

Eirikur Lindenskov
31. mai 2023 kl. 17:55

Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til granskingarverkætlan, hvørs endamál er at menna eitt amboð, ið kann vísa, hvussu bitlar frá alivirkseminum søkka og síðani spjaðast og leggjast á botnin í firðunum. Eitt tílíkt amboð kann verða sera hent hjá vinnu og myndugleikum, tá alivirksemi skal leggjast tilrættis, ella tá botnkanningar skulu gerast.

Fiskaaling hevur seinastu mongu árini arbeitt við at fáa vitan um, hvussu okkara firðir virka og í hvønn mun alivirksemi ávirkar firðirnar. At ala laks viðførir at stórar mongdir av lívrunnum evni verða slept út í sjógvin og spjaðast runt á firðunum. Verkætlanin er tískil eitt náttúrligt framhald av granskingararbeiðinum at meta um, hvussu alivirksemi ávirkar føroysku firðirnar.

Granskingarverkætlanin við langa heitinum, ADepoPlan: Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning ella Atkomuligur botnfalsmyndil til betri umhvørvisráðlegging, fer at validera ein botnfalsmyndil. Við øðrum orðum skulu kanningar gerast fyri at vísa, at myndilin á nøktandi hátt megnar at simulera, hvar bitlarnir enda. Amboðið verður síðani tøkt hjá vinnuni ella myndugleikum at brúka.

Arbeiðið at fáa ein botnfalsmyndil, ið kann vísa hvussu bitlar, so sum skarn ella fóðurrestir, spjaðast og søkka og síðani enda á botninum, byggir m.a. á 3D hydrodynamiska myndlan av rákinum og vatnskiftinum, sum granskarar á Fiskaaling hava ment (FarCoast).

Tað er Birgitta Andreasen, granskari á Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari. Afturat Birgittu eru aðrir granskarar á Fiskaaling knýttir at verkætlanini. Eisini verður samstarvað við Havforskningsinstituttið í Bergen og føroysku fyritøkurnar Vikmar og Hiddenfjord.

Granskingarráðið hevur játtað 800.000 krónur til verkætlanina, sum íalt væntast at kosta knappar 3 mió krónur. Verkætlanin fer at taka eini tvey ár og peningurin frá Granskingarráðnum fer í stóran mun at verða brúktur til sýnistøku, kanningar o.a., sum skal gerast í sambandi við validering av botnfalsmyndlinum.

Verkætlanarleiðari: Birgitta Andreasen
Les eisini:

FarCoast (fiskaaling.fo)
Tólv verkætlanir fingið stuðul til gransking (gransking.fo)

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

14 tímar síðan

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

25 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

53 minuttir síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

1 tími síðan
Hondbóltur

10 føroysk má tá HØJ vann á Stoholm

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

8 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

8 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

10 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

10 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

11 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

11 tímar síðan