Fiskaaling fremur nýbrot

- Okkum kunnugt er ikki roynt áður at frysta sil undan rognkelsi, men hetta vísir seg at rigga væl, skriva Alitíðindi í síni seinastu útgávu.

- Okkum kunnugt er ikki roynt áður at frysta sil undan rognkelsi, men hetta vísir seg at rigga væl, skriva Alitíðindi í síni seinastu útgávu.

 

Tá farið verður undir aling av nýggjum fiskasløgum, ber ikki altíð til at brúka vitan, kenda tøkni ella útbúnað, ið brúkt verður til onnur fiskasløg. Tí mugu nýggjar mannagongdir ofta finnast.

 

Í nýggjastu útgávuni av Alitíðindum verður sagt, at rognkelsi er eitt tílíkt fiskaslag, og hava royndirnar higartil givið Fiskaling nýggjar avbjóðingar.

 

- Torført kann vera at fáa nóg mikið av sili undan rognkel-sum, tí siljafiskarnir tíðum bert geva heilt smáar nøgdir hvørja ferð. Tískil er atgongd til sil av góðari dygd til giting av rognum ein avmarkandi faktorur í framleiðslu av rognkelsi. Tí fóru starvsfólk hjá Fiskaaling undir at gera royndir við frysting av sili.

 

Sagt verður, at eftir at hava gjørt ymiskar innleiðandi royndir, varð funnið fram til eina mannagongd, ið ger tað møguligt at frysta sil á einari vanligari starvsstovu. Hetta krevur ikki kostnaðarmikla útgerð.

 

- Tá silið hevur verið fryst í flótandi nitro-geni (-196°C) og síðan verður tiðnað, er rørsluprosentið bert um 20-25% lægri - samanborið við ófryst sil. Eisini eru gjørdar gitingarroyndir, ið hava givið sera góð úrslit.

 

Alitíðindi skriva, at frysting av sili undan rognkelsum er Fiskaaling kunnugt ikki roynt áður.

 

- Tí er hetta eisini eitt nýbrot, skriva Alitíðindi.