Granskingarúrslit fyri firðir í norðurhøvum vórðu løgd fram á verkstovu, sum Universitetið í Tromsø var vertur fyri í døgunum 25.-27. november. Á fjarðaráðstevnuni, sum stevnan eisini verður rópt, luttóku 57 granskara úr sjey londum.
- Framløgurnar viðgjørdu umhvørvisbroytingar í firðunum, vistfrøðina hjá plankton og botndjórum, samspælið millum tara, igulker og fiskastovnar, innsløg av nýggjum djórum sum kongakrabba, sild, toski, kópi og hvali á firðirnar, árin av aling og umsiting av firðunum.
Tað veit Fiskaaling at siga í dag.
Umleið helvtin av framløgunum viðgjørdu granskingarúrslit frá Porsangerfjørðinum norðan fyri Tromsø, har eitt sera umfatandi granskingararbeiðið er farið fram.
- Í fleiri av firðunum í Norðurnoregi eru mátingar framdar fleiri ferðir árliga langt aftur í tíðina. Hesar mátingar lýsa broytingar i sjónum og í fiskastovnunum - í fleiri førum heilt aftur til 1923, og í einstøkum førum heilt aftur til 1850.
Fiskaaling vísir á, at slíkt datagrundarlag er sera virðismikið í samband við at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum.
- Umframt firðir í Norðurnoregi, vórðu úrslit løgd fram fyri firðir á Svalbard, Íslandi, Grønlandi, Ný Foundlandi og Føroyum.
Tvey umboð fyri Fiskaaling høvdu fyrilestrar á Fjarðaráðstevnuni í Tromsø.
Gunnvør á Norði greiddi frá úrslitum og mátingum av náttúrliga gróðrinum á Kalbaksfirði, sum er væl størri enn í firðunum í grannalondunum, og hvussu og hvar tilfar frá gróðrinum fellur niður á botn.
Knud Simonsen greiddi frá streymmátingum í Sundalagnum og Kalbaksfirði og ábendingunum um, at veðurdrivnað rákið kann lyfta tøðsaltir upp í sjógvin, og soleiðis verða ein orsøk til stóra náttúrliga gróðurin í Føroyum.