Fiskafólk skulu eisini liva

- Eingin fer á eitt fiskavirki at arbeiða fyri at fáa pening úr fiskavirkisskipanini, men skipanin er kærkomin til at tryggja fiskafólki eina minimumsløn. Jastrid Volles Niclasen, sum er forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, er rættiliga vónsvikin av, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður, eftir øllum at døma ætlar at gera fiskavirkisskipanina verri ? og kanska í ringasta føri vil hesi skipan til lívs.

- Tey tímaløntu, sum arbeiða á fiskavirkjunum, hava eisini sínar føstu útreiðslur hvønn mánaða. Sum øll onnur skulu tey eisini hava mat á borðið og tað mest neyðturviliga hvønn dag.

Jastrid Volles Niclasen leggur dent á, at eingin fer á eitt fiskavirki at arbeiða fyri at fáa pening úr fiskavirkisskipanini.

- Tú skalt í fyrsta lagi hava eitt inntøkugrundarlag, um tú skalt fáa nakað úr fiskavirkisskipanini. Í sær sjálvari er henda skipan tískil einki at dúva uppá, men hon gevur tímaløntum á fiskavirkjum eitt minimumsgrundarlag, sum hon tekur til.

Jastrid Volles Niclasen mælir landsstýrismanninum staðiliga til at halda fingrarnar burtur frá hesi skipan.