Beint áðrenn klokkan 3 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at fiskakassar fuku runt á keiðini í Leirvík. Løgreglan ringdi til brandmeistaran á staðnum, sum síðani tryggjaði fiskakassarnar. Tað var fitt av vindi í nátt.
So mikið nógv, at løgreglan varð tarnað í royndini at sleppa framat á Borðoynni, har eldur var í einum húsum. Sostatt mátti løgreglan í nátt venda við aftur og kós verður aftur í dag sett móti brendu húsunum.
Tað er framvegis nakað av vindi kring landið. Á Fámjinsvegnum eru um 28 m/s, meðan mátingarnar á Oyndarfjarðarvegnum siga 28 m/s, og á Gjáarskarði upp í 32 m/s.