Fiskakvinnan avdúkað

Klokkan 16 í dag varð ein standmynd av kvinnu í klippfiski avdúkað við Skeiva Pakkhús í Tórshavn. Teir báðir, Jógvan Arge, formaður í Mentanarnevnini, og Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini, sum fluttu fram røður við avdúkanina.

Jógvan Arge nevndi, hvussu hendan standmyndin er eitt symbol upp á ta virksemi, ið fór fram niðri við fjøruna, og tað nógva arbeiðið, ið stóðst av at virka fiskin tiol klippfisk.

Hann helt tað eisini vera passandi, at tað skuldi verða ein »bacalao-etandi« italiumaður, sum formaði hetta listarverkið. Zianfranco Nonni býr í Vági og hevur havt samband við Føroyar seinastu átta árini.

Jákup Símun Simonsen kom inn á tað søguliga í klippfiskinum, og hvussu menn fóru til Hetlands at læra seg kynstrið at turka fisk. Hann nevndi, hvussu tað gjørdist ein kollvelting fyri kvinnuna, tá klippfiskaframleiðsla byrjaði. Tá komu kvinnurnar út á arbeiðsmarknaðin, og tað var mong ár undan, at kvinnur byrjaðu at arbeiða aðrastaðni í Europa.

Eftir røðurnar avdúkaðu listarmaðurin, Zianfranco Nonni, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, standmyndina.

Til at hugna um løtuna spældu fimm ung úr Havnar Hornorkestri, og aftan á bjóðaði býráðið til ein drekkamunn í Müllers Pakkhúsi.