Fiskamóttøkan í Vági stongd

Tað ber í løtuni ikki til at landa fisk til uppboðssøluna í Vági. Móttøkan er stongd eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fiskur til Vágs verður nú landaður á Tvøroyri og koyrdur við bili til Vágs

Landing

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur noktað felagnum Fløguni, sum hevur uppboðssølu av fiski í Vági, at taka ímóti fiski. Fiskur til virkini í Vági verður nú landaður á Tvøroyri og fluttur við lastbilum til Vágs.
Tað er ógvuliga trupult at fáa nakra nágreiniliga viðmerking til málið. Men staðfest er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur noktað Fløguni at taka í móti fiski.
Óluva Niclasen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tey vilja ikki so fegin gera almennar viðmerkingar til ávís mál, sum snúgva seg um ávís virki.
Hinvegin sigur hon tó, at Fløgan í Vági er millum tey virki, sum Heilsuførðiliga Starvsstovan hevur góðkent sum landingarstøð, treytað av at virksemið og tíðarfreistir vera sum ásett.
Út frá tí, hon vil siga, er greitt, at Fløgan hevur fingið ávísar treytir ásettar fyri virkseminum, men hevur ikki uppfylt tær innan ta tíðarfreist, ásett er. Tí er loyvið til móttøku tikið aftur.
Stjórin á Fløguni vil ikki gera viðmerkingar til málið.
Sosialurin skilir tó, at Fløgan hevur biðið um ta útgerð, sum kravd er, og at hon er á veg. Men undantaksloyvi fæst ikki til at taka í móti. Tí er stongt, til krøvini eru uppfylt.
Johan Dahl, løgtingsmaður, heldur, at tað er eitt sindur órímiligt, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt.
Hann sigur, at tann gundgeving at fiskurin skal landast beinleiðis í eitt kølirúm, heldur ikki.
Tað mátti borið til at landa fiskin til uppboðssøluna og síðan koyrt hann beinleiðis til framleiðaran. Í Vági liggur einki virki meira enn einar 20 metrar frá bryggjukantinum, vísir hann á.
At siga, at tað ikki ber tila t flyta fisk í opnum kørum eftir bryggjuni í Vági, tí tað er so nógv almenn ferðsla á staðnum, er nakað tvætl, sigur hann. So er bara at steingja havnarlagið fyri almennari ferðslu, vísir hann á.
Og heldur ikki er tað í samsvar við hesa grundgeving, at til ber at koyra fisk millum bygdir.
?Tey eru ikki heilt konsekvent har, sigur hann, tí tað átti ikki at borið til bara at stongt eitt einstakt virki við hasi grundgevingini. Tað eru rættiliga nógvar móttøkur í Føroyum, sum ikki hava eitt nú ta køliútgerðina, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur.
?Vágur var í stórum trupulleikum, sum vit eru komin burturúr. Tí er tað heilt burturvið, at almennir myndugleikar nú fara at skapa nýggjar trupulleikar fyri vinnuna her suðuri, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður úr Vági.