Fiskivinna
Ragnhild Ellingsgaard
Reportasja, Klaksvík: Rami lukturin hongur sum eitt teppi í luftini, og er tað fyrsta, ein leggur merki til, tá ein trínur inn um dyrnar.
Komin upp trappurnar verður lukturin skiftur um við ein lukt av máling. Ì eini skrivstovu standa tveir menn í arbeiðsklæðum og mála, og í einum øðrum rúmi hava tvey sett seg við einum kaffimunni og lagkøku. Vit eru komin inn í landingarmiðstøðina hjá Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík.
Leiðarin, Kristjan Fríðrik Olsen, býður mær inn á hansara skrivstovu.
- Her er eitt sindur rokaligt í dag; men soleiðis er, tá nógv er at gera, smílist hann.
Eitt konufólk
Umleið 35 fólk starvast dagliga á Fiskamarknaðinum, men er nógv at gera, koma fleiri fólk til arbeiðis.
Út av hesum 35 er bara eitt konufólk, men hóast hon er einsamøll, so trívist hon óføra væl.
- Hetta kemst ikki av, at vit ikki vilja hava konufólk her, flennir Kristjan Fríðrik.
- Tað er óført at hava nógv konufólk til arbeiðis, men tíanverri eru tað alt ov fáar, ið tíma hetta arbeiðið. Møguliga, tí tað kann í so hart, tá nógv er at gera. Men konufólk arbeiða nógv skjótari enn mannfólk, so tað hevði verið gott at havt fleiri, og tær skulu vera hjartaliga vælkomnar, sigur Kristjan Fríðrik.
Tvær uppboðssølur
Fiskamarknaður Føroya er ein landingarmiðstøð, har fiskur verður landaður og síðan skildur til antin uppboðssølu ella aðrar fyritøkur.
- Vit hava tvey sløg av uppboðssølum hvønn dag,greiðir Kristjan Fríðrik frá.
- Tann primera sølan er gólvsølan, sum vit hava tvær ferðir um dagin. Har selja vit fiskin hjá smábátunum, ið eru komnir inn at landa. Fiskurin verður landaður og skildur, og síðan settur fram á gólvið, so hann er tøkur hjá keyparunum.
Ein listi verður so útskrivaður ein tíma, áðrenn sjálv sølan byrjar, og verður listin sendur út til keypararnar. Her síggja keypararnir, hvønn fisk vit hava, og keypa teir so út frá hesum. Teir flestu keypararnir koma sjálvir inn á gólvið fyri at keypa, men annars er eisini møguligt at vera við gjøgnum telefon ella á alnótini.
Hin sølan er ein telefonsøla, sum vit hava einaferð um dagin. Hetta er fiskur frá teim størri bátunum, sum hava verið úti í fleiri dagar. Nakrar dagar áðrenn báturin kemur í land, sigur hann okkum, hvussu nógvan fisk hann væntandi kemur at hava, og út frá hesum bjóða vit fiskin víðari, greiðir leiðarin frá.
Prísurin lækkaður
Nærum allir bátarnir í Norðoyggjum landa hjá Fiskamarknaðinum, og av tí sama taka tey ímóti fleiri sløgum av fiski.
- Men um vit hyggja at tølunum, so síggja vit, at um 40 % av øllum er toskur, 20 % er hýsa og restin ymiskt annað, sigur Kristjan Fríðrik.
Á jólum varð nógv tosað um tann høga prísin, ið bátarnir fingu fyri fiskin. Men hetta er broytt í dag, sigur leiðarin á Fiskamarknaðinum.
- Prísurin var heilt óvanliga høgur fyri tveimum mánaðum síðan. Tá kundu bátarnir fáa heilt upp í 30 krónur fyri hvørt kilo av toski 1, meðan hann nú liggur heilt niðri á teim 21 krónunum. Men hann er spakuliga á veg uppaftur, greiðir Kristjan Fríðrik frá.
Skulu betra umstøðurnar
Í novembur í 2000 keypti Fiskamarknaður Føroya bygningin, ið tey húsast í, frá P/f Kósini, sum tey heilt frá byrjan av hava havt sera gott samstarv við.
Og beinanvegin varð løgd ein miðvís ætlan, hvørs endamál skal verða at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum.
Tá nógv er at gera, merkist tað eisini aftur á arbeiðsdøgunum hjá fólkunum. Í løtuni arbeiða tey ikki í vaktum, og tí kunnu dagarnir lættliga gerast strævnir og langir.
- Men soleiðis er við øllum fiskaarbeiði. Tá nógvur fiskur er, so arbeiða vit ómetaliga nógv og hart. Tá so eingin fiskur er, so er heldur einki arbeiði, greiðir Kristjan Fríðrik frá.
- Av tí sama vilja vit, at arbeiðsfólkið skal hava góðar umstøður rundan um seg. Tey skulu trívast, meðan tey eru til arbeiðis, sigur Kristjan Fríðrik.
Hetta hevur ført við sær, at arbeitt verður við at fáa sum mest sjálvirkna útgerð inn í hølini.
- Endamálið er, at fáa alt tað tunga arbeiðið at verða sjálvvirkandi, og ætlanin er so eisini at fáa nakrar skiljilinjur inn, sigur Kristjan Fríðrik.
- Hetta skuldi gjørt, at vit betri kunnu gagnnýta tíðina, og harvið eisini fáa ein meiri skipaðan gerandisdag.
Á hendan hátt skuldi arbeiðið gingið skjótari, og tí kunnu vit bjóða kundunum eina betri tænastu, sigur Kristjan Fríðrik at enda.