Fiskaplássið á Løðhamri - ein mentanarlig og miðbýar íløga í Vági

Okur vágbingar hava brúk fyri, at Vágur av røttum kann kalla seg ein enn meira lívligan bý. Ein býur, sum dregur fólk til sín - alla staðni frá.

 

Okur eru væl á veg við teimum verkætlanunum, sum eru framd hesi seinastu árini, men jeg sakni nakað meira.

 

Tí mugu umstøður skapast fyri virksemi, ið skapar meira lív. Vágs býráð skal vera við til og syrgja fyri hesum.

 

Samgongan í Vágs býráði hevur eitt hav av skilagóðum íløgum fyri 2022. M.a. eru 400.000 kr. settar av til Fiskaplássið á Løðhamri.

 

"Vágsbygd er perlan í Suðuroy", syngja okur. Tað skulu okur so sanniliga enn liva upp til.

 

Sitandi samgonga hevur tikið eina avgerð um framtíðina fyri miðbýin í Vági. Og avgerðin skal sjálvandi vera røtt.

 

Framtíðin má sjálvandi ikki byggjast á tilvild. SNA-arkitektar hava gjørt skitsuuppskot fyri Vágs kommunu og hvussu verkætlanin um Fiskaplássið á Løðhamri kann gerast veruleiki.

 

Verkætlanini hevur eisini verið alment frammi. Til almennu hoyringina komu nøkur ynskir um ymiskar broytingar, og uppskotið verður tillagað. Nú er so tíð til næsta stig. Tí hevur núverandi samgonga sett 400.000 kr. á fíggjarætlanini fyri 2022 til Fiskaplássið á Løðhamri.

 

Gamla fiskaplássið verður fríðkað og ætlanin er eisini at bjóða øki út alment til íbúðarbygging. Ætlan er um at hava ein part av verkætlanini um Fiskaplássið á Løðhamri klárt til Jóansøkuna 2022, sum verður í Vági.

 

Levi Mørk,

 

býráðslimur og formaður í mentamálanevndini