Fiskaplássið á Løðhamri verður ein perla

Í Vági hendir nógv ymiskt í løtuni, og her byrjar eitt nú gamla fiskaplássið á Løðhamri at taka skap.

 

 

 

Fiskaplássið, sum skal endurskapast, er ruddað, og salt er nú lagt á fyri at reinsa økið. 

 

Í Vágs kommunu ætla tey, at fiskaplássið skal verða eitt hugnaligt mentanarøki við benkrum, gøtum og palli, og miðjað verður eftir at hava ein part av økinum klárt at taka í nýtslu á jóansøku næsta ár. 

 

Levi R. Mørk, formaður í mentanarnevndini í Vágs kommunu, vísir á, at fiskaplássið verður ein framúr mentanardepil. Arkitektar hjálpa til við at skipa hetta 7000 fermetra stóra økið til ein perlu.

 

- Men, tað er greitt, at hetta verður gjørt í stigum, sigur hann. 

 

Í løtuni verður eisini arbeitt við at leggja asfalt á Vágsveg, og seinni fáa síðuvegir asfaltið, sum verður tikið av Vágsvegi. Vágs kommuna hevur eisini samtykt einmælt at lata Toftaveg upp aftur. Men, her skal tekniska toymið hjá kommununi fyrst gera eitt uppskot liðugt um parkering og ymiskar betringar á økinum.

 

Tá bøtt er um trygdina á leiðini, verður Toftavegur latin upp aftur frá Toftabrekku og út á Marknoyri til skúlabyrja í heyst.

 

Í Vágs kommunu hava tey eisini einmælt samtykt at gera ferðslutrygdina hjá børnunum við Vágs skúla enn betri. Her skal gerast parkeringsøki og busslummi niðan fyri býráðshúsini, og sambært ætlanini skal hetta arbeiði byrja í ár.

Levi R. Mørk sigur, at kring um í Vági er nógv virksemi, og ætlanir eru um enn meira virksemi.

- Alt, sum er í gongd og sum fer í gongd, sum tíðin gongur, fer at betra um trivnaðin hjá okkum øllum, leggur formaðurin í mentanarnevndini aftrat.

 

##med2##