Tað seinastu tíðina eru fiskaprísirnir farnir spakuliga uppeftir, skrivar Fiskaren. Teir høgu oljuprísirnir eru ein ørsøk til at prísirnir fara upp. Nógvastaðni - bæði í Ruslandi, Chile, Norra, Íslandi, Japan, Canada og her hjá okkum liggja stórir partar av fiskiflotanum, av tí simplu grund, at tað loysir seg ikki at fiska, tá ið oljuprísurin er so høgur.
Goymslurnar í tí fólkaríka Kina eru eisini um at tømast, tað kemur væntandi eisini at ávirka fiskaprísin. Í USA hava stór búnaðarøkir, fyrr í summar, ligið undir í vatni, tað kemur at gera, at teirra framleiðsla verður munandi minni enn fyrr mett.
Tá hugsað verður um fiskamjøl, so er alneyðugt at prísirnir á soya og raps, eisini fara upp, tí sum vituligt er, so kappast fiskamjøl altíð við tær búnaðarvørurnar.
Eisini verða prísirnir ávirkaðir av dollaranum, serliga síðani fiskamjøl og olja verða handlað í dollarum.
Tá prísurin á fiskamjøli fór upp fyri tveimum árum síðan, skiftu nógvir bøndur, sum nýta mjøl til fóður, frá fiskamjøli til soya, raps og mais. Nú sær út til at prísirnir á fiskamjøli aftur eru kappingarførir, við búnaðarvørurnar, skrivar FF Skagen í síni nýggjastu útgávu.