Fiskaprísir
Hyggja vit at tølum yvir gólv-og telefonsølu hjá Fiskamarknaði Føroya mikudagin, var besti prísurin á toski1 stívliga 20 krónur fyri kilo. Lakasti prísurin fyri somu fiskastødd var 14 krónur fyri kilo. Miðalprísurin á toski1 var 17,87 fyri kilo.
Taka vit hinar toskastøddirnar, var miðalprísurin á toski2 15,91 fyri kilo, meðan toskur 3, 4 og 5 fóru fyri miðalprísin 12,25, 11,04 og 9,53 fyri kilo.
Størsta hýsan fór í gjár fyri 17 krónur fyri kilo, og lægsti prísur á bestu hýsustøddini var 6 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin á hýsu 1, 2, 3 og 4 var ávikavist 12,34, 11,12, 11,50 og 7,06 krónur fyri kilo.
Nú fleiri bátar hava fiskað hvíting, kunnu vit eisini nevna prísirnar á hvítingi mikudagin.
Besti prísur á hvítingi1 var 9 krónur fyri kilo og á hvítingi2 var hann eisini 9 krónur.
Miðalprísurin fyri hvíting var 8,38 fyri hvíting1 og 8,30 fyri kilo av hvítingi2.
Lægsti prísur á hvítingi mikudagin var 5 krónur fyri kilo.
Brosma og longa
Vit kunnu eisini nevna prísirnar á brosmu og longu, sum serliga línuskipini liggja eftir – ikki minst, nú fiskiskapurin eftir toski og hýsu yvirhøvur hevur verið slakur.
Besti brosmuprísurin var 5,80 krónur fyri kilo, meðan bestu prísir annar lógu rundan um 5.
Miðalprísurin fyri ymisku støddirnar lá millum 3,50 og 5,55 fyri kilo.
Taka vit longu, var besti prísur á marknaðinum 9,30 fyri kilo, meðan miðalprísurin annars lá úr 4,56 upp í 8,23 krónur fyri kilo. Flestu prísir lógu teir úr 6 krónum og uppeftir.
Nú trolbátar fiska á landleiðini, kunnu vit eisini taka prísirnar á havtasku, sum í gjár lógu úr 17,50 upp í 25,40 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur á havtasku var fyri havtasku2 sum var 24,03 krónur fyri kilo.
Besti prísur á kalva var 58 krónur – og lægsti prísur 25 krónur fyri kilo.