Tí er tað mín sannføring, at vit skulu bera so í bandi, at okkara fiskimenn og útróðrarflotin fær tann besta prísin fyri vørur sínar, og tað gerst við, at landskassin verður við í prísásetingini við einum tilskoti, tí tað er greitt, at prísurin skal vera tann besti. Prísurin ger munin, og tí skal hann vera so góður, at tað ikki lønar seg at selja veiðina uttanlands.
Tað er avgerandi, at vit fáa mest møguligt av okkara fiski upp á land til virkingar, tí tað eru okkara fiskimenn, sum skapa arbeiðsplássini á landi. Tað er betri landspolitikkur at stuðla fiskaprísinum og harvið skapa arbeiðspláss á landi, enn at fiskurin fer av landinum, og harvið verður arbeiðsloysi.
Javnaðarflokkurin fer at tryggja okkara útróðrar- og fiskimonnum bestu møguleikar. Tað skal gevast teimum besta prísin fyri vørur teirra, tað sama, sum teir fáa á útlendska marknaðinum.
Tað er meira átrokandi at varðveita arbeiðsplássini og tað gerst við at stuðla teimum, sum veiða fiskin. Tað at fiskurin verður útfluttur vegna tað, at okkara fiskimenn fáa ov lítið fyri hann, er eingin meining í.
Tað stýri, sum vit hava havt, vil heldur, at fiskurin verður útfluttur og harvið skapa eitt nívandi arbeiðsloysi, heldur enn at stðula til arbeiðsskapandi tiltøk, sum koma við, at tað verður latin fíggjarligur stuðul til fiskaprísin.
Javnaðarflokkurin vil tryggja okkara útróðrar- og fiskimonnum besta fiskaprísin við prísstuðli, tí tað er hesin partur av okkara fólki, sum heldur samfelagshjólunum gangandi, og skapar virðini, og tað eru hesir veiðumenn, sum tryggja arbeiðsplássini á landi.
Tryggleikin fyri okkara framtíð fyri einum sunnum, arbeiðsskapandi samfelag, er ein sterkur Javnaðarflokkur.
Sverre Midjord