Fiskasølan flutt út í Havnardal

Hóast Fiskasølan hevur mist útsýnið til sjógv og skip, sum er náttúrligt umhvørvi fyri søluvøruna, so hevur fyritøkan ikki mist visiónirnar. Áður helt Fiskasølan til í snotiligum bygningi Yvirni við Strond, men er fluttur í Mikinesgøtu

Nógvar broytingar eru farnar fram innan fyritøkuna, sum í gomlum døgumhevði einarætt at útflyta fiskavørur.

Tá flest fólk arbeiddu á Fiskasøluni, vóru tey eini 90 í tali. Í dag arbeiða 25 fólk á Fiskasøluni.

Umframt tað, eru tríggjar søluskrivstovur uttanlands í Danmark, Bretlandi og í Fraklandi, har tilsamans 20 fólk starvast.

Hans Johs. á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sigur, at flytingin er ein fyribilsloysn, og at ætlanin er at fara undir at byggja nýggjan stovn - við útsýni - um stutta tíð.

Spurdur um Fiskasølan vegna vánaligt úrslit, varð noydd at selja virkisbygningin Yvirri við Strond, sigur stjórin, at bygningurin, sum er 3000 fermetrar, varð vorðin ov stórur til virksemið.

Nýggi bygningurin í Mikinesgøtu er 600 fermetrar til støddar.


Fingu gott tilboð

­ Vit fingu eitt gott tilboð, og tóku av. Hetta er ein góð loysn,tí bygningurin er góður, og situr til okkara tørv, sigur Hans Joh. á Brúgv.

­ Nú tit hava mist útsýnið, er ikki vandi fyri, at tit eisni missa visiónirnar?­ Nei, als ikki. Vit halda fram við somu orku sum áður. Umsetningurin í ár er umleið 800 mió. krónur, og er eins nógv og í fjør , sigur Hans Johs. á Brugv, sum varð settur stjóri í august í fjør, eftir at hann hevði verið fyribilsstjóri eina tíð. Ongar broytingar eru annars í bygnaðinum.

­ Hevur tað týdning fyri viðskiftafólk tykkara, at fyritøkan er flutt í minni hølir og út í útjagaran av býnum?

­ Tað er givið, at hesin bygningurin gevur viðskiftafólkunum eina aðra mynd av fyritøkuni, sum áður var í stórum, snotiligum bygningi. Tað gevur okkum eitt annað »image», men vit vóna ikki, at tað skaðar samskiftið við viðskiftafólk okkara, sigur stjórin.

Fiskasølan er stovnur, sum fær nógvar vitjanir, bæði av viðskiftafólkum uttanlands og annars í dagliga samskiftinum í Føroyum.


Fáa útsýnið aftur

Nú verða hesi noydd at leita sær úit í Havnardal, og hóast tað er eitt sindur óhøgligt fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólkið, so ber tað saktans til at venja seg við nýggju umstøðurnar, heldur stjórin á Fiskasøluni, sum ikki vil siga, hvar fyritøkan hevur fingið grundøki at byggja, ella nær tað verður.

Bert vil hann siga, at teir tá fáa rætta útsýnið aftur.