Á aðalfundi hjá Føroya Fiskasølu týsdagin varð avgjørt at broyta navn felagsins. Í samskifti við útheimin eitur Føroya Fiskasøla Faroe Seafood Prime P/F. Nú er avgjørt at stytta hetta til Faroe Seafood P/F. Sostatt verður Prime ikki longur nýtt í navni felagsins. Føroya Fiskasøla P/F er framvegis hjánavn felagsins og ætlanin er í framtíðini bert at nýta hetta navni í samskiftinum heima í Føroyum.