Fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður eftir eini miðvísari ætlan yvir ávíst áramál. Ístaðin fyri verandi veiðiorku skal byggjast ein floti, sum ikki bara kann veiða, men sum eisini kann hagreiða fongin til bestu góðsku. Gomul orka fer úr flotanum, samstundis sum nýggj skip verða smíðað.
Miðað verður eftir at sum mest av fiskinum kemur upp á land og verður virkaður her á landi sum háprísvørur til háprísmarknaðir.
Nú alt røkist fyri at ein verulig oljuvinna fer at taka seg upp, staðfestir landsstevnan
* at skipa verður so fyri, at ágóðin frá eini møguligari føroyskari oljuvinnu skal koma øllum føroyingum og okkara eftirkomarum tilgóðar,
* at greiðar reglur skulu gerast um hvussu vit best verja okkara samfelag umhvørvisliga, vinnuliga, fíggjarliga og mentunarliga.
Landsstevnan staðfestir, at neyðugt er at skipa so fyri, at livikorini og møguleikarnir hjá útjaðaraøkjunum verða munandi bøttir, m.a. við at vinnufremjandi tiltøkum, stuðlað av landskassa og kommunum.