Fiskaveiðuferð á Bókasavninum í Vági

Í døgunum 3.-8. juni ber til hjá børnum og barnsligum sálum at koma inn á gólvið í Miðlatúni í Vági og leita eftur 10 føroyskum fiskum.

 

8. juni er dagurin fyri Heimshøvini, World Oceans day 2024. Tí fara okur at varpa ljós á lívið í havinum. Okur bjóðað øllum vælkomin inn at vitja og leita á bókasavninum eftir 10 føroyskum fiskum. Fiskarnar eru allir prentaðir á A4 ørk, har børnini kunnu gita hvør fiskurin er, skrivar vagur.fo.

 

Øll sum luttaka eru við í lutakastinum um 4 vinningar:

 

  • 2 gávukort frá Suðuroyar kajakk fyri 4 fólk
  • Bókin Høv & Heimshøv
  • Eitt A4 ark við føroyskum fiskum

 

Tað er Miðlatún sum saman við Fab-Lab skipar fyri Fiskiveiðuferðini, skrivar vagur.fo.