Fiskavirking seljast

.Alfred Olsen
løgtingsmaður

Tað vóru góð tíðindi, tá Framtaksgrunnurin boðaði frá, at P/F Faroe Seafood, skuldi seljast í seinasta lagi 24. okt. 2005.
At Fiskavirking nú verður selt, eru góð tíðindi fyri øll okkum sum ganga inn fyri einum frælsum vinnulívi, sum virkar á privatum grundarlagi og eftir galdandi marknaðarkreftum, og ikki sum nú, á almennum hondum og sum eitt óalment monopol.

Skuldi verið gjørt fyrr
Fiskavirking skuldu verið selt fyri fleiri árum síðani, tí hetta var ein kreppuloysn, sum ikki var tillagað einum fríðum vinnulívi, og átti tí at verið avtikin so skjótt kreppan var av.
Harvið vóru tey føroysku flakavirkini komin aftur á privatar hendur, og kundu haft ment og tillagað seg í teimum góðu tíðunum, til framleiðslur og foredling av okkara fiskavørum, sum marknaðurin í Evropa og aðra staðir spyr eftir. Men ístaðin hava tey almennu fiskavirkini, útviklað seg til eitt alment monopol innan fiskavøruídnaðin í Føroyum.

Skulu seljast hvørt sær.
Flakavirkini sum hoyra undir Fiskavirking, skulu sjálvandi og eiga at vera seld hvørt sær. Alt annað er óforsvarligt og viðførir ikki, at vit fáa eitt frítt vinnulív í Føroyum, bæði tá hugsað verður um sjálvt marknaðarvirðið á tí einstaka flakavirkinum, og út frá tí produktión sum er á virkinum, sum kann viðføra, at áhugaðir íleggjarar saman við lokalum kreftum koma at bjóða uppá tað einstaka virkið.
At koyra øll virkini í ein posa og bjóða tey út undir einum, soleiðis sum Framtaks-grunnurin ætlar, eigur undir ongum umstøðum, at vera gjørt aftur.
Um hvørt einstakt virki verður selt fyri seg, so skapar hetta størri møguleikar á tí fría marknaðinum at keypa flakavirki, men vera virkini bjóðaði út sum ein eind, so vera møguligir keyparar eisini reduseraðir til "eina eind", sum keypir øll virkini, og tað er eitt tað ringasta sum kann henda, tí tá fáa vit eitt privat monopol, ístaðin fyri eitt alment monopol.
Tí eiga virkini at vera boðin út hvørt sær, so vit kunnu fáa fleiri eigarar og ymiskar framleiðslur, møguliga "niceproduktir", sum eisini vil viðføra, at tað blíva fleiri fiska-keyparar, sum vilja keypa "sína nøgd" og "sítt fiskaslag og stødd" til sína framleiðslu, og tað vil slóða fyri, at vit fáa eina fría kapping millum øll flakavirkini um rávøruna, sum alt annað líka vil viðføra, at bátar og skip fáa hægri prís fyri fiskin.


Alment monopol.
Tey almennu virkini, sum í dag standa fyri uml. 70%, av framleiðsluni á landi, hava vitandi ella óvitandi skapt sær eina monopollíknandi støðu innan fiskakeyp og flakaframleiðslu.
Vit onnur kunnu vera samd ella ósamd í hesum útviklinginum, men eg eri vísur í tí, at ongin heldur at monopol er tað optimala og tað mest gagnliga, hvørki tá talan er um fiskaframleiðslu ella fiskaprísir, og her er upsi 4, tað feskasta dømið, bæði hvat prísi og framleiðslu viðvíkur.
Tí er fráboðanin frá Framtaksgrunninum skilagóð, um at tey almennu flakavirkini nú vera seld og serliga tá hesi vera privatiseraði hvørt fyri seg.

Framtaksgrunnurin.
Framtaksgrunnurin hevur átt og rikið Fiskasøluna og Fiskavirking, síðani kreppuna fyrst í 1990unum, og hesi eiga sín part í menningini av tí Føroyska samfelagnum, men tíðin er farin frá frymlinum um alment rikin virkir. Besta dømið um hetta er tað ræðandi hallið hjá Fiskavirking fyri 2004 uppá heilar 39 mió. kr..
Tá eg sigi, at virkini skulu vera seld hvørt fyri seg og ikki sum ein eind, so veit eg væl, at Framtaksgrunnurin ikki hevur verið samdur í hesum, men eg rokni við og møguliga boðar tíðindaskrivið frá, at leiðslan sær skriftina á vegginum og tí selur virkini hvørt fyri seg, fyri at øll kunnu vera við at keypa.

Framtíðin.
Tað eru ymiskar meiningar, um metingarnar og avgerðirnar hjá Framtaksgrunninum higartil hava víst seg at verið tær mest gagnligu fyri Føroyskt vinnulív og serliga fiskivinnuna, og tí fegnist eg um, at Framtaksgrunnurin nú vil selja virkini eitt og eitt og er gingin burtur frá at selja Fiskavirking sum eina eind, sum eftir míni meining vildi verið til skaða fyri fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi í Føroyum.
Tí vil eg geva Framtaksgrunninum eitt herðaklapp, og ynskja tykkum góða eydnu við einskiljingini, fyri at tit sum teir fyrstu nú lata upp fyri eini privatiseringsgongd av tí einstaka virkinum, sum kemur at gagna øllum tí Føroyska samfelagnum.