Fiskivinna
Á Fiskavirking á Tvøroyri verður ikki lagt stilt í summar. Har fara tey at arbeiða hvørja viku uttan steðg nú í summar. Tað merkir tó sjálvandi ikki, at fólk ikki sleppa í summarfrí.
Sum skilst, er tað serliga svartkalvin sum ger, at virkið ikki leggur stilt. Hetta er ? eftir hvat kønir siga ? hásesong fyri svartkalva, men í løtuni er lítið at fáa.
Garnaskipið, Váðasteinur, landaði 13.400 pund av svartkalva týsdagin, og tað er ein lítil túrur í mun til árstíðina.
Sagt verður, at yvirhøvur lítil svartkalvi er at fáa í løtuni, men vónað verður, at fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur, nú tíðin skuldi verið góð.
Tríggir trolarar
Mánadagin landaði lemmatrolarin, Vesturskin, 180.000 pund áTvøroyri. Meginparturin av veiðini var góður upsi.
Á Tvøroyri siga tey, at størsti parturin av veiðini hjá trolaranum var upsi 3. Nakað var eisini av upsa 2 og upsa 4, men sum heild var slagið betur, enn tað hevur verið í seinastuni.
Í dag landa Vestmenningur og Fram á Tvøroyri, men tá ið vit frættu haðani fyrrapartin í gjár, var ikki greitt, hvussu nógv skipini høvdu inni.