Lógin um fiskidagar heldur enn kvotur var rættiliga nýggj, tá John Petersen tók við sum fiskimálaráðharri. Framman undan høvdu vit havt eina skipan við kvotum, sum hóast eina ávísa umsetiligheit vísti seg at virka alt ov illa.
Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var í hvussu er til staðar, at skip, sum landaðu uttanlands, kundu rætta í avreiðingarseðlunum, so toskur kanska kom at eita kongafiskur.
Ein annar illgruni var, at skip tveittu fyri borð aftur fisk, um kvotan á hesum fiskaslagi var uppi ella um at vera uppi.
Og sum heild virkaði kvotaskipanin ikki av tí besta, og tí var avgjørt at royna eina aðra skipan. Hetta gjørdist so til fiskidagaskipan.
Men hóast henda skipanin virkar betri enn kvotuskipanin, so eru tó framvegis ávísir lutir í skipanini, sum kundu verið greiðari. Og hetta ætlar John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at gera nakað við.
Ógreitt
Sum er ber til at handla fiskidagar millum skip, og í øllum vanligum førum er einki til hindurs fyri hesum. Men tað er framvegis eitt sindur ógreitt hvussu farið verður fram, tá menn til dømis ynskja at koyra eitt skip úr flotanum so at eitt annað skip kann fáa fiskidagarnar.
Lógin bleiv broytt í fjør summar soleiðis, at staðfest varð, at umsetiligheitin var galdandi í 10 ár. Men ongar greiðar reglur eru fyri, um eitt nú skip verða kasta saman, ella sum nevnt at skip verða koyrd úr flotanum, fyri at onnur skip skulu fáa fiskidagarnar.
? Tað er ein ávís ábending um, at tendensurin gongur tann vegin, og tað kann so eisini merkja, at vit fáa eina ávísa útskifting og harvið eina endurnýggjan av flotanum. Men reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkjandi, og tí má tað fáast upp á pláss, sigur John Petersen.
Landsstýrismaðurin sigur, at stór orka hevur verið løgd í at fáa fiskidagaskipanina at virka. Men enn er sum nevnt henda ógreiða í, og hon skal burtur, áðrenn fiskidagaskipanin kemur at virka heilt eftir ætlan.