Fiskivinna
Nýggja fiskidaganevndin hevði sín fyrsta fund, fríggjadagin, 14. juni.
Formaður í nevndini er Óli Samró, Tórshavn og skrivari er Herta Olsen, Saltangará. Hinir nevndarlimirnir eru: Bjarni Kass, Tórshavn, sum umboðar Trolskip, Jens Jacob Olsen, Toftir, umboðar Trolbátar, Chris Jan Michelsen, Tvøroyri, umboðar Meginfelag Útróðrarmanna, Rólant Poulsen, Eiði, umboðar Línuskip og Eyðun Johannesen, Oyrabakki, umboðar Fiskimannafelagið.
Ger tilmæli til
landsstýrismannin
Fiskidaganevndini er sett sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, og hon umboðar vinnuna á sjónum. Nevndin letur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sínar metingar um støðuna hjá botnfiskastovnunum og ger tilmæli um fiskidagar. Somuleiðis ger nevndin tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.
Óli Samró, sum nú er formaður og Herta Olsen, sum er skrivari, eru nývald í fiskidaganevndini.