Løgtingið samtykti hósdagin at skerja fiskidagatalið komandi fiskidagaár við tveimum prosentum. 16 atkvøddu fyri uppskotunum hjá meirilutanum í vinnunevndiini, meðan 12 atkvøddu ímóti. Hetta hevur við sær, at í alt 784 dagar verða strikaðar frá 1.september, tá fiskiárið byrjar.
Hørð mótstøða
Í tinginum var hørð mótstøða ímóti uppskotunum hjá meirilutanum í vinnunevndini. Tilmælini frá føroysku fiskivinnufrøðingunum um at minka um veiðitrýstið við 25% yvir komandi trý árini, varð mett av fleiri tinglimum ikki at verða haldabart. Fleiri tingmenn saknaðu eisini haldgóð prógv frá meirilutanum í vinnunevndini fyri at skerja fiskidagatalið.
Tað varð víst á, at fiskifrøðingurin so at siga aldrin koma við røttum tilmælum, og tískil áttu vit ikki at fylgt teimum. Jørgen Niclasen greiddi frá, at um vit fylgdu tilmælunum í fjør frá fiskifrøðingunum, so hevði føroyska samfelagið verði 600 milliónir fátækari.
Tilmælini hjá íslendska fiskifrøðingum, Jón Kjartansson, um at varðveita sama veiðurtrýst, vórðu eisini havd á lofti. Fleiri tingmenn hildu íslendingin hava greiðu í sínum máli, og tí varð heitt á løgtingsmenn um at atkvøða ímóti uppskotunum hjá meirilutanum í vinnunevndini.
Tað varð eisini nevnt, at heili 20 % av tillutaðu fiskidøgunum ikki vóru nýttir, og tískil kom skerjingin av fiskidøgum serliga at raka teir, ið veruliga royndu, og nýttu sínar tilllutaðu dagar.
Tað er ikki løgið, um tingmenn hósdagin kendi seg heldur ørkymlaðar. Heili seks tilmælið vóru at taka støðu til. Ices, Fiskidaganevndin, Landsstýri, Fiskivinnuumsitingin, føroysku fiskifrøðingarnir og meirilutin í Vinnunevndini høvdu hvør sítt tilmæli. Kortini harða mótstøðu úr serliga Fólkaflokstingmonnum, so varð uppskotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini endaliga samtykt.