Fiskidagarnir avgreiddir í dag

Løgtingið fer eisini á tingfundinum í morgun at viðgera trý ríkislógartilmæli, sum hava við fíggjarligt virksemi at gera. Løgtingsfundur verður kl. 9.30 í dag. Tá fer tingið at avgreiða broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið Jacob Vestergaard ólavsøkudag legði fram sum tingmál nummar 1.

Talan er um 3. viðgerð. Tá plagar ikki at vera nakað serligt orðaskifti, men bara atkvøðugreiðsla.

2. viðgerð var fríggjadagin 13. august, og tá varð uppskotið við broytingum frá meirilutanum í vinnunevndini samtykt við 17 atkvøðum, átta atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.

Trý mál eru sett á skrá at fáa fyrstu viðgerð í dag, og í øllum førum er talan um ríkislógartilmæli, sum hava við fíggjarligt virksemi at gera.

Tingfundur verður aftur í morgin. Tá verða ófráboðaðir fyrispurningar á skránni. Tann tingfundurin verður klokkan 11.00.