Í bólki 5B er støðan tann, at í dag eru 6353 dagar brúktir. Til bólk 5B eru tilsamans 6386 dagar tillutaðir. Tískil eru bert 33 dagar eftir.
Tí verður boðað frá, at fiskiskapurin hjá bólki 5B skal steðga í annaðkvøld.
Støðan viðvíkjandi brúktum fiskidøgum hjá bólki 5A, er eitt sindur øðrvísi. Bólkurin hevur brúkt 4310 dagar av teimum 4643 døgunum, ið nú eru tillutaðir bólkinum. Tískil eru 333 dagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A, sigur Fiskiveiðieftirlitið.