Løgtingið hevur í dag havt aðru viðgerð av fiskidøgunum til komandi fiskiár, og líkt er til, at tingið fer at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í vinnunevndini, sum er Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Janus Rein.
Tilmælið frá teimum leggur upp til, at partrolarar og lemmatrolarar, sum hava møguleika at fiska makrel og sild um summarið, verða skerdir fýra prosent, út frá støðuni hjá upsastovninum í løtuni.
Og somuleiðis skulu línuskipini, sum nú eisini hava rættindini til at fiska kvotuna á Flemish Cap, og útróðrabátar undir 15 tons, skerjast sjey prosent við serligum atliti til støðuna hjá toska- og hýsustovninum.
Óansæð, so verður talan um eina skerjing av fiskidøgunum, tí tilmælið hjá minnilutanum í vinnunevndini, Páll á Reynatúgvu og Aksel V. Johannesen, mælti til somu skerjing hjá par- og lemmatrolarum, og eitt prosent størri skerjing hjá línuskipunum og smáu útróðrarbátunum.
Við aðru viðgerð í dag vóru 18 atkvøður fyri uppskotinum frá meirilutanum í vinnunevndini, og bara 12 atkvøddu fyri uppskotinum hjá minnilutanum.
Landsstýrismaðurin í fiskimálum, Jacob Vestergaard, mælti til ikki at skerja fiskidagarnar, men at tingið nú hevur eina aðra hugsan, tekur hann ikki so tungt.
Samrøða við landsstýrismannin kann hoyrast, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.