Nøkur línuskip eru farin til fiskiskap eftir ársskiftið. Skipini eru fyri tað mesta á grunnum vatni og fiska tosk og hýsu.
- Eitt línuskip er vesturi á Rygginum og fiskar tosk, og nakað er eisini av svartkalva, blálongu og lira. Eitt línuskip er farið á djúpt at fiska brosmu og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at okkurt línuskip møguliga kemur inn at landa síðst í hesi vikuni, men flesti skipini koma ikki fyrr enn í næstu viku.
- Tey línuskip, sum ikki eru farin til fiskiskap aftur, fara út aftur sum dagarnir ganga.
Streymurin harðnar, og veðurlíkindini eru heldur ivasom. Tí eru útlitini fyri nógvum útróðrarfiski ikki nakað serlig. Kortini verður roknað við nakað av útróðri, og fiskasløgini verða mest toskur og hýsa.
- Fýra djúpvatnstrolarar eru til vanligan fiskiskap. Teir fiska mest upsa. Væntandi koma teir inn síðst í hesi vikuni. Aðrir djúpvatnstrolarar eru eisini úti, men teir frysta veiðina umborð.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks partrolarapør eru farin út aftur eftir halguna, og møguliga kemur onkur inn síðst í vikuni. Restin av partrolarunum fara út teir næstu dagarnar.
- Ein trolbátur er á Skeivabanka og fiskar havtasku og kemur væntandi inn miðskeiðis í vikuni. Ein annar er eystanfyri og fiskar eisini havtasku og kemur møguliga inn í vikuni.
Eitt garnaskip er úti við havtaskugørnum, men kemur neyvan inn at landa hesa vikuna. Eitt annað garnaskip fiskar svartkalva og landar helst miðskeiðis í vikuni.