Fiskiflotin hevur vent halli til avlop

- Sæð yvir allan fiskiflotan er úrslitið - áðrenn óvanligt - farið úr einum halli á 196 miljónir krónur í 2008 til eitt avlop í 2012 á stívliga 180 miljónir krónur. Hetta er ein stór øking og betran í gongdini, tá sæð verður yvir fiskiskipaflotan undir einum. Tað sigur Fróði Sivertsen, sum starvast hjá grannskoðaravirkinum Januar, ið júst hevur lagt fram sína greining av gongdini í fiskiskipaflotanum

Vilmund Jacobsen

Tað var Fróði Sivertsen, sum seinnapartin mánadagin stóð fyri framløguni um gongdina hjá fiskiskipaflotanum, sum er ein afturvendandi greining, ið grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt í fleiri ár - onnur ár undir øðrum navni.
Eins og seinnu undanfarnu árini var framløgan aftur hesaferð í snotuligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon.
- Hetta er ein greining, sum vit hava gjørt heilt síðan 1996, fyrst undir navninum Rasmussen & Weihe, síðan sum Nota - og nú sum grannskoðaravirkið Januar. Skemtandi tók Fróði til, tá hann byrjaði sína framløgu, at eingin veit, hvat navnið verður næstu ferð.
- Kanska Apríl ella okkurt slíkt, legði hann brosandi aftrat.
Hann segði, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur fingið heiðurin at standa fyri framløguni.

Greiningin
Fróði Sivertsen segði, at bólkingin av skipunum er sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, og hesaferð eru nótaskip og ídnaðarskip løgd saman í ein bólk, sum verður róptur pelagisk skip.
- Vit hava hildið bólkarnar 4 og 5 uttan fyri, tí tað er trupult at gera nakra samlaða greining upp á hesar bólkar, tí ein partur av hesum skipum verða ikki rikin í partafelagsformi. Greiningin fevnir tí um bólkarnar 2 og 3 - og so tann bólkingin, sum er í lógini um vinnuligan fiskiskap annars.
Hann vísti á, at bólkarnir soleiðis eru pelagisk skip, rækjuskip, verksmiðjutrolarar, partrolarar, lemmatrolarar, línuskip, garnaskip og onnur skip.
- Vit hava hildið tað vera rætt at halda partrolarar og lemmatrolarar atskildar, men nú lemmatrolararnir eru komnir við í fiskidagaskipanina er væntandi, at hesir báðir bólkarnir verða lagdir saman í ein bólk í greiningini næstu ferð, segði hann.

Gomul skip
Fróði Sivertsen byrjaði fyrst við at hyggja eftir miðalaldrinum í okkara fiskiskipaflota og segði, at miðalaldurin sæð yvir allan flotan er 29 ár.
- Tað eru serliga tveir bólkar, sum fella í eyguni. Tað eru línuskip, sum hava ein miðalaldur á 42 ár og garnaskip, sum hava ein miðalaldur á 48 ár.
Hann vísti á, at garnaskip eftirhondini er ein lítil bólkur við bara fýra skipum, harav summi skip bara eru í vinnu ein part av árinum.
- Línu-og garnaflotin eru gamlir. Restin av skipunum í øðrum bólkum liggja so millum 15 og 25 ár í miðal.
Samlaða talið av skipum, sum eru við í greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar fyri 2012 er 70 skip, og tað er júst sama tal sum í 2011.
Hyggja vit at árunum 2008 og 2009 var talið hesi bæði árini 76 skip.

Færri skip
Fróði Sivertsen ásannaði í síni framløgu, at tað er eitt minkandi skipatal, sum er við í greiningini.
- Tað er serliga í bólkinum línuskip, at talið er minkandi. Hinvegin er ein vøkstur í skipatalinum hjá partrolarum. Orsøkin til, at talið av partrolarum sveiggjar, er í fyrsta lagi, at skip hava ligið og hava soleiðis ikki verið við í greiningini øll árini. Her hevur eisini ein ávís útskifting verið, har tey gomlu skipini ikki altíð eru farin úr flotanum, tá tey nýggju eru komin inn.
Hann segði, at í onkrum føri, tá skip ikki eru tikin við, kann orsøkin vera, at roknskapurin ikki er latin inn - ella, at raksturin av skipinum er steðgaður.
- Í ár er talan um eitt skip, sum er undir avtøku. Tað er Hoyvíkingur, legði hann aftrat.

Betraður rakstur
Fróði Sivertsen greiddi nú frá rakstrinum hjá øllum fiskiskipaflotanum samanløgdum seinastu fimm árini.
- Yvirornað ber til at býta tíðarskeiðið sundur í tvey. Árini 2008 og 2009 - og síðan frá 2010 og frameftir. Hyggja vit eftir árunum 2008 og 2009 hevði samlaði flotin - fyri óvanligar inntøkur - hall. Í 2008 var hallið stívliga 196 miljónir krónur, og í 2009 var hallið stívliga 69 miljónir krónur.
Hann vísti á, at samlaði flotin tó kom við einum positivum úrsliti fyri 2008, tá óvanligar inntøkur vóru tiknar við. Í hesum førinum er talan um skipasølur sum gera, at flotin samanlagt hevði avlop í 2008 - men framvegis eitt hall á slakar 50 miljónir krónur í 2009, tá óvanligar inntøkur eru íroknaðar.

Søla og kostnaður
- Hyggja vit eftir árunum 2009 til 2010 hendir eitt lop í nettosøluni, og aftur í 2011 og 2012 er framvegis hækking í nettosøluni. Samlað er nettosølan økt við 35% hetta fimm ára skeiðið, meðan annar kostnaður í sama tíðarskeiði er øktur við 21%. Hetta gevur ein bruttovinning, sum er øktur meiri, enn nettosølan er økt í nevnda fimmára skeiði.
Fróði vísti á, at starvsfólkakostnaðurin økist í hesum tíðarskeiði við 21% - og soleiðis ikki við somu ferð sum nettosølan. Tað merkir, at starvsfólkakostnaðurin í prosentum av søluni er ikki øktur.
Hann segði, at avskrivingar eisini eru øktar nakað. Tær hava sveiggjað nakað, tí niðurskrivingar hava verið av støðisognum, og serliga er hetta hent í 2012.
- Fíggjarkostnaðirnir eru minkaðir nakað og hava verið generelt fallandi í hesum tíðarskeiði. Tað er partvís tí, at rentan er fallin í tíðarskeiðnum, og eisini tí, at nakrir skipabólkar hava fingið goldið niður ein part av skuldini. Hinvegin eru fíggjarinntøkurnar øktar, og ein orsøk er, at fíggjarstøðan hjá nøkrum skipabólkum er batnað. Í fíggjarinntøkuni er eisini kursreguleringar í sambandi við skuld, og tað hevur ávirkað okkurt árið, at kursvinningur hevur verið.
Fróði Sivertsen segði, at samlað hjá fiskiskipaflotanum samanløgdum er úrslitið - áðrenn óvanligt - farið úr einum halli á 196 miljónir krónur til eitt avlop í 2012 á stívliga 180 miljónir krónur.
- Hetta er ein stór øking og betran í gongdini, tá sæð verður yvir flotan undir einum.

Tilfeingisgjald
Hann vísti á, at tá hugt verður at gongdini árini frá 2011 til 2012 er ein øking í nettosøluni á 2,3%, meðan annar kostnaður er øktur við 17%.
- Nú eru hetta almenn tøl, og vit hava ikki verið niðri í roknskapunum og greinað tølini nærri, men líkt er til, at her er ein rímiliga stór hækking í øðrum kostnaðum.
Fróði segði, at ein nærliggjandi orsøk er, at talan í stóran mun er um tilfeingisgjald.
- Hyggja vit at 2001 varð tilfeingisgjaldið kravt inn við, at kvotur vórðu seldar. Hetta árið vórðu kvoturnar serliga keyptar av einum felag, sum ikki er við í hesi greining. Hinvegin eru kvoturnar veiddar av skipum, sum eru við í greiningini. Tað merkir, at hetta hevur ávirkað nettosøluna. Í 2012 kom tilfeingisgjaldið inn sum eitt veiðigjald og er helst bókað sum annar kostnaður. Hetta er soleiðis helst ein orsøk til ta hækking sum er í øðrum kostnaðum.
- Í aðrar mátar hevur oljuprísurin ligið á leið á sama støði, so hann eigur isolerað sæð ikki at vera orsøkin. Tað er tí annar kostnaður, sum í størstan mun er kvotukeyp, ið ger, at úrslitið frá 2011 til 2012 er minkandi, segði Fróði Sivertsen.
Hann legði aftrat, at tilfeingisgjaldið í 2012 helst hevur ligið millum 65 og 70 miljónir krónur.
- Tað er eingin loyna, at vendin hjá fiskiskipaflotanum í 2010 í stóran mun kemst av, at Føroyar hava ásett sær sína egnu makrelkvotu. Størsti parturin av kvotuni er fiskaður av uppsjóvarskipum, og tí er tað eisini serliga hesin skipabólkur, ið hálar eitt nú heimaflotan við sær, soleiðis at fiskipskipaflotin samanlagt hevur eitt gott avlop í 2011 og 2012.

Sama gongd
Sosialurin fer at venda aftur til greiningina hjá grannskoðaravirkinum Januar, men samanumtikið kann sigast, at gongdin í 2012 líkist gongdini onnur ár, har uppsjóvarflotin, verksmiðjuflotin og rækjuskip eru teir skipabólkar, sum hava bestu úrslitini, meðan tað serliga er hin traditionelli botnfiskaflotin, ið hevur trupult við at fáa endarnar at røkka.