Fiskiflotin liggur svínabundin

Soleingi, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag ikki eru samd um samráðingargrundarlagið, gerst einki

Sáttmálastríð 

Sum kunnugt, slitnaðu samráðingarnar millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag øðrumegin og Føroya Reiðarafelag hinumegin, 18. desember. Verkfall er, og meginparturin av fiskiflotanum liggur. Stríðið snýr seg um nýggja sáttmálan fyri yvirmenninar umborð á føroysku fiskiskipunum. Hóast semingsmaður var komin uppí samráðingarnar, bar ikki til at fáa nakra semju, tí partarnir vóru enn ikki samdir um sjálvt samráðingargrundarlagið.
  Tað var Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum segði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp at fara úr gildi, 1. desember 2002. Sáttmálin umfatar skiparar og stýrimenn við øllum fiskiskipum. Í fyrsta lagi vóru tveir fundir millum partarnar. Á fyrra fundinum legði Føroya Skipara-og Navigatørfelag síni krøv fram, og á seinna fundinum legði Føroya Reiðarafelag síni tilboð og krøv fram. Á seinna fundinum boðaði felagið hjá skiparum og navnigatørunum frá, hvat felagið kundi góðtaka, og hvat teir ikki kundu góðtaka.

Broytti sáttmálan

Føroya Reiðarafelag segði seg ikki vilja samráðast uttan so, at FSN frásegði sær sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir, 12. januar 1999. FSN skuldi vátta, at felagið vildi góðtaka at samráðast út frá einum broyttum sáttmála - sum varð broyttur eftir, at hann upprunaliga varð undirskrivaður við seinastu samráðingar.
  - Tá ið sáttmálin varð undirskrivaður í 1999, vórðu umfatandi broytingar gjørdar. Tí spurdu vit, um tað ikki kundi lata seg gera at rætta sáttmálan, um okkurt var komið skeivt fyri, men hetta vildi semingsstovnurin ikki hoyra talan um. 
  Ellintur M. Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at nakrar dagar seinni komu kortini boð frá semingsstovninum um, at onkrar broytingar vóru gjørdar, tí mistøk vóru gjørd í skrivaða tekstinum.
  - Men hvørki semingsstovnurin ella reiðarafelagið tosaði við okkum um hesar broytingar. Úrslitið gjørdist, at reiðarafelagið fór at gjalda eftir tí broytta sáttmálanum. Hetta endaði við sakarmáli, har vit kravdu semingsstovnin dømdan at viðurkenna, at ein sáttmáli, sum er undirskrivaður, kann ikki broytast.
  FSN fekk viðhald í frá Føroya Rætti og bað tískil Reiðarafelagið boða limum sínum frá, at gjaldast skuldi eftir undirskrivaða sáttmálanum. Men tað broytti ikki støðuna, og krav liggur nú inni um, at Reiðarafelagið skal gjalda sambært tí, sum er undirskrivað. 
  Ellintur vísir á, at eitt, sum Reiðarafelagið broytti, var eykaparturin hjá 2. stýrimanni við nótaskipum undir 1500 BRT. Fyrr fingu hesir 1/4 part eyka, men í sáttmálanum, sum gjørdur varð, 12. januar 1999, er eykaparturin hækkaður til 1/2 part.

Av søluvirðinum

­Um aðrar eykapartar stendur í undirskrivaða sáttmálanum, at teir skulu roknast av søluvirðinum, men reiðarafelagið vil hava, at tað skal vera av avlopinum, soleiðis at útreiðslurnar skulu dragast frá frammanundan, sum gjørt hevur verið frammanundan.
  - Nú vit koma aftur til samráðingar, krevur Reiðarafelagið, at vit skulu samráðast út frá sáttmálanum við tí broyttu orðingini og ikki útfrá sáttmálanum, sum er undirskrivaður. Tað kann felagið ikki góðtaka. Tí boðaðu vit reiðarafelagnum frá, at slepti felagið ikki kravinum, var ongin møguleiki at koma longri við samráðingunum, og at tað tí varð neyðugt at senda boð eftir semingsmanninum.
  Semingsmaðurin varð boðsendur og longdi sáttmálan nakrar dagar, men 18. desember lýsti so Føroya Skipara-og Navigatørfelag verkfall, tí partarnir kundu ikki semjast um sjálvt samráðingargrundarlagið, og tá er ikki nógv hjá semingsmonnunum at taka sær fyri.
  Føroya Skipara-og Navigatørfelagið vil eisini hava greiði á nøkrum viðurskiftum, eitt nú í teimum førum, har fiskur verður frystur umborð. Somuleiðis er sáttmálin við Norðborg ongantíð fingin í lag, og tað vil felagið hava nú. Felagið vil eisini hava ymisk viðurskifti nótabátunum broytt.
  - Hetta er fyri ein part afturvendandi krøv, men summi mál eru so gomul, at tey mugu fáast í rættlag nú, sigur Ellintur Abrahamsen.