Fiskikapping í Sandoynni


 

Tíðindaskriv



Nú leygardagin 15. september skipar Sandoyar Ítróttarfelag, B71 fyri fiskikapping. Bátar úr allari oynni fara at luttaka. Byrjað verður leygarmorgunum kl. 06.00 og seinasta freist at landa er kl.18.00. Sandingar avreiða á Sandi. Skopuningar í Skopun o.s.fr. Fullfermdu útróðrarbátarnir, vónandi, verða móttiknir við pannukøkum og heitum drekkamunni komnir aftur at landi.


Kl 21.00 bjóða fyrireikararnir øllum luttakarunum til ein bita í Virkinum á Sandi, har vinningarnir verða handaðir. Kappast verður í tveimum bólkum. Bólkur 1: bátur við einum manni og Bólkur 2: fleiri menn á báti. Nummar 1,2 og 3 í báðum bólkunum fáa vinning. Harumframt fær báturin, ið avreitt hevur størstu mongdina av fiski, ferðasteyp. Ætlanin er at kappast um hetta steyp í 5 ár. Nógvu og góðu vinningarnir eru fingnir til vega frá góðum stuðlum í oynni og aðrastaðni frá við. Fyrireikararnir takka nógvar ferðir fyri dyggan stuðul.