Vitjan
Um 17-tíðina í gjár lætti ein av tyrlunum hjá Atlantsflogi sær á og fleyg av Boðanesi og út í Koltur. Við á ferðini vóru Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinsson, fiskimálaráðharri.
Við á ferðini vóru eisini nøkur embætisfólk úr Føroyum og Íslandi, eins og Magni Argi, stjóri í Atlantsflogi.
Føroysku embætisfólkini vóru Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum og Andrass Kristiansen, deildarleiðari.
Íslendsku embætisfólkini vóru Steinar Ingi Mathíasson, skrivstovustjóri og íslendski sendiharrin í Føroyum, Eiður Guðnasson.
Eittans konufólk var við á ferðini, og tað var unnusta Tórbjørn Jacobsens, Ann.
Góður hýrur
Sosialurin var við á ferðini, bæði við myndamanni og blaðmanni.
Fiskiveiðisamráðingarnar landanna millum vóru byrjaðar um 10-tíðina týsmorgunin, og nakað út á seinnapartin vóru tær lidnar – við góðum úrsliti sæð við føroyskum eygum.
Hýrurin var góður, og prátið gekk væl og lættliga, bæði meðan vit bíðaðu eftir fráferðini, millum gomlu gróthúsini í Koltri – og ikki minst inni í stovuni hjá bóndahjúnum í oynni.
Sýnið var gott á ferðini vestureftir, og á vegnum út í oynna, fleyg tyrlan tætt yvir bygdini í Hesti og eystara parti av Hestoy.
Síðan fleyg hon vestur um Koltur og legði seg inn yvir oynna í lágari hædd, og ávegis oman móti lendingarplássinum sóust oksar, seyðir og høsn renna aftur og fram á slætta lendinum.
Stórur blíðskapur
Í Koltri var blíðskapurin stórur, sum hann altíð er.
Bjørn Patursson, bóndi, tók ímóti, og við hús stákaðist Lykka við at borðreiða fyri gestunum.
Bóndin er nærlagdur og neyvur frásøgumaður, og hann greiddi íslendska fiskimálaráðharranum og gestunum annars frá gomlu húsunum og oynni í síni heild. Hann greiddi eisini frá ætlanin at gera Koltur til føroyskan tjóðargarð.
Á ferðini var eisini høvi at vitja innar í eitt av teimum gomlu og søguligu gróthúsunum, sum í sínari tíð kanska húsaði trimum ættarliðum, umframt kúgv.
Í stovuni hjá Bjørn og Lykku Patursson fingu vit frálíkt heimabakað breyð, gott skerpikjøt, egg og sild. Á minna borðinum í stovuni stóðu eisini kleynur.
At leska sær við var kaffi, øl og kanska onkur hevði brúk fyri einum snapsi eftir kalda túrin av tyrluplássinum í høgættarlotinum norður í bústaðin hjá bóndahjúnunum.
Yvir Kirkjubø
Á ferðini heimaftur varð flogið inn yvir bygdina í Kirkjubø, soleiðis at gestirnir sóu vakra og sjáldsama bygdarlagið, kirkjuna, múrin og fjøruna.
Síðan varð stevnt í ein landnyrðing, og flogið varð í lítlari hædd. Meðan vit soleiðis flugu yvir syðra parti av Streymoyarlandinum, sóust fleiri harur renna eftir lendinum - og undan ljóðinum frá tyrluni.
Um 19.15-tíðina lendu vit trygt aftur á tyrluplássinum á Boðanesi.
Hetta var ein góður og minniligur túrur, sum íslendsku – og føroysku - gestirnir tóktust rættiliga hugtiknir av.