Fiskimannafrárátturin skerjast 100.000 krónur

Í kreppupakkanum hjá samgonguni er ætlanin ikki at strika fiskimannafrádrattin heilt, men at skerja hann

Í sambandi við tey tiltøk, sum samgongan ætlar at seta í verk fyri at minka hallið á fíggjarlógini, hevur mangan verðið ført fram, at eitt av krepputiltøkunum er at strika nógv umrøda fiskimannafráráttin.

Men hetta er ikki heilt rætt, staðfesta vælvitandi keldur, sum hava verið við á fundi í fíggjarmálaráðnum, har Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, hevur greitt frá kreppupakkanum.

Í løtuni fáa fiskimenn ein skattafrían frádrátt upp á 14% fyri inntøkur, upp til 470.000 krónur, áðrenn skatturin verður roknaður.

Fyri inntøkur omanfyri tað, fáa teir ikki frádrátt.

- Tað, sum samgongan nú ætlar, er at skerja fiskimannafrádráttin 100.000 krónur, so at inntøkumarkið kemur niður á 370.000 krónur.

Tað merkir, at ongin skattafríur frádráttur verður fyri inntøkur omanfyri 370.000 krónur.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur áður boðað frá í Sosialinum, at verður frádrátturin strikaður, verða skipini løgd við brestin.

Hann er ikki so avgjørdur, tá ið vit spyrja hann um ætlanina at lækka inntøkumarkið.

Sjálvur hevur hann fingið tað fatan, at ætlanin er lækka inntøkumarkið niður á 400.000 krónur.

Enn dugir hann ikki at siga, hvørja støðu Fiskimannafelagið fer at hava til tað.

- Tað er ein spurningur, sum vit fara at viðgera í næstum, so fáa vit at síggja, sigur hann.

Og fyrrenn tann viðgerðin er liðug, hevur hann ongar viðmerkingar.