Á endaliga uppstillingarfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag mánakvøldið 3. august, varð eg stillaður upp til løgtingsvalið 1. september. Og orsøkin til, at eg havi játtað at stilla upp, er einfalt hon, at eg havi nøkur hjartamál, eg fegin vil stríðast fyri.
Sjálvsagt er loysingin ovast á breddanum hjá einum tjóðveldiskandidati, tí ikki fyrr enn vit hava tikið ræði á egnum landi og egnum viðurskiftum ber til at reka ein skynsaman og stabilan gerandispolitikk á øllum økjum hesum landi og hesum fólki at frama.
Loysingini vil eg tí berjast fyri hvønn dag. Men í prosessini fram ímóti henni ber eisini væl til at røkka týðandi málum í samstarvi við aðrar flokkar. Mál, ið eru ein avgerandi fortreyt fyri samanhangsmegini í hesum samfelagnum, sama um yvirvaldið er føroyskt ella danskt.
Eitt av hesum málum er ein fiskivinnunýskipan. Hon skal undir øllum umstøðum fremjast av tí einføldu orsøk, at verandi skipan fer úr gildi 1. januar 2018, tá øll føroysk fiskirættindi, sum eru í gildi nú, detta burtur.
Fiskivinnunýskipan
Ein fiskivinnunýskipan skal tó ikki bara fremjast, tí ein onnur skipan fer úr gildi, men sanniliga eisini, tí hon er tvingandi neyðug. Fiskivinnan og tilfeingið í havinum eru høvuðsgrundarlagið undir øllum okkara búskapi og allari okkara framtíð og fer at verða tað, so langt fram, ið vit kunnu líta.
Kjarnin í mínum sjónarmiðum um fiskivinnunýskipan er í stuttum, at orðingin um ognarrættin til fiskatilfeingið í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap verður knæsett, og at fiskivinnan er lívfrøðiliga burðardygg.
Í lógini stendur greitt, at alt tilfeingið í føroyskum sjóøki og tilfeingi, sum vit gjøgnum samráðingar hava fingið atgongd til í fremmandum sjóøkjum, er ogn hjá okkum øllum í felag – ogn Føroya fólks.
Tí skulu fiskirættindi undir ongum umstøðum framhaldandi latast útvaldum aktørum fyri onki, og privatur handil við fiskirættindum skal steðgast í stundini. Bert landið skal vegna Føroya fólk hava loyvi at handla føroysk fiskirættindi.
Verandi skipan, har øll fiskivinnan er ein gávubúð við tilvildarligum fiskimálaráðharrum sum krambakallum, má undir ongum umstøðum sleppa at halda áfram.
Tilfeingisrenta
Spurningurin um, hvussu pengarnir verða tiknir inn, sum Føroya fólk skal hava fyri fiskirættindini, er ein tekniskur spurningur, sum tað kunnu vera ymsar meiningar um. Sjálvur ynski eg eina skipan, har reiðaríini rinda ein høgan tilfeingisrentuskatt.
Tilfeingisrentan er tann óvanligi parturin av avlopinum, ið stavar frá einum rasktri, har atgongdin til vinnuna er avmarkað, eins og hon er í fiskivinnuni.
Vit kunnu siga at tilfeingisrentan er rómin, sum liggur omaná tí vanliga avlopinum, sum hevði verið, um øll sluppu at fiska frítt.
Sitandi samgonga hevur praktiserað eitt tilfeingisgjald á makrel- og sildafiskiskapin, har gjaldið er eitt krónutal per kilo veiddan fisk. Henda ásetingin er vinnubúskaparliga úr vón og viti, tí hon tekur bara støði í, hvussu nógv manglar í á fíggjarlógini tann dagin, gjaldið verður ásett.
Hetta tilfeingisgjaldið tekur als ongi vinnubúskaparlig atlit, og enn minni tekur tað atlit til manningarnar.
Tvørturímóti senda reiðaríini í dag, við tilvísing til sáttmálarnar, stóran part av tilfeingisgjaldinum víðari til manningarnar á skipunum, og tær eru beinleiðis dømdar at luttaka í gjaldinum, tá almenn uppboðssøla av kvotum hevur verið roynd.
Ein skattur kann hinvegin ongantíð sendast víðari til annan part at rinda, heldur ikki ein tilfeingisrentuskattur á reiðaríini, og tí rakar hann heldur ikki manningarnar á skipunum.
Løntakararnir
Eitt annað hjartamál hjá mær er arbeiðsmarknaðurin bæði á landi og sjógvi.
Havi í mong ár verið virkin í fakfelag, og arbeiði í dag fyri fleiri fakfeløg bæði á tí privata og tí almenna arbeiðsmarknaðinum, umframt at eg havi fast parttíðarstarv sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag.
Ongin ivi er um, at karmarnir fyri einum vælvirkandi føroyskum arbeiðsmarknað eru út av lagi vánaligir.
Tað man valla vera nakað annað land í frælsa heiminum, ið hevur so høga organisasjónsgrad sum Føroyar – tað er, at so stórur partur av arbeiðarafjøldini er limur í fakfelag og er umfatað av sáttmálum. Hetta átti at merkt, at fakfeløgini høvdu tilsvarandi stórt vald, men støðan er hin øvugta. Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildin) diktera suverent at kalla allar ásetingar í sáttmálunum á landi.
Gamaní eiga fakfeløgini sjálvi sín part av skuldini fyri hesum, tí tey eru ov nógv í tali og hava ikki megnað at savna seg og standa sum ein maður mótvegis arbeiðsgevarunum. Men lógar- og regluverkið og lítil og ongin stuðul og áhugi frá politisku skipanini hevur eisini ein stóran part av skuldini.
Her er nógv, ið kann gerast politiskt fyri at bøta um umstøðurnar hjá okkara arbeiðsmegi, uttan at talan verður um inntriv í frælsa samráðingarrættin ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg/løntakarar.
Fyrsta stigið átti at verið, at tað verður loyvt hjá tí einstaka løntakaranum at trekkja limagjaldið til fakfelagið frá í skatti.
Sterk bygdarødd
Eg havi eisini eina greiða ambisjón um at verða ein sterk rødd hjá teimum útvið tveimum triðingunum av fólkinum, ið enn ikki hava fest búgv í Havn. Við sterkari umboðan uttanfyri høvuðsstaðin fer tað kanska eisini at bera til at skapa livilíkindi allastaðni í landinum og steðga skjóttgangandi fráflytingini av bygd í bý. Í øllum førum onkustaðni.
Geografiska býtið av tingmanning Tjóðveldis eftir valið í 2011 var vanlukkuligt. Fýra av seks umboðum eru vald í Havn. Tað er onki galið við teimum, men tað sigur seg sjálvt, at gerandissambandið millum tingmanning og fólkaríku økini norðanfyri og vestanfyri høvuðsstaðin, sum onki umboð hava, er totalt amputerað.
At útjaðari og økini uttanfyri Havnina eru væl umboðað og í øllum førum hava umboð í lutfalli við fólkatalið er alneyðugt, tí umstøðurnar at liva og virka undir, bæði sosialt, vinnuliga og mentanarliga, eru so øgilgia ymiskar á bygd samanborið við í Havn.
Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi