Àrsfundur
Leygardagin verður árfundurin hjá felagsskapinum hjá fiski- og veiðimonnum í útnorði.
Hesuferð verður fundurin á hotellinum á Eiði.
Tað er Verka- og veiðimannafylkingin í Norðuratlantshavi, stytt VM, sum talan er um.
Hetta er felagsskapur, har fiski- og veiðimenn í Føroyum, Ìslandi og Grønlandi eru limir.
Í Føroyum eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Handverkarafelag , limir.
Dagliga verður felagsskapurin stýrdur av eini samskiftisnevnd við einum umboði úr hvørjum landi og í seinastuni er tað Ingeborg Vinther, forkvinna á Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur umboðað Føroyar í nevndini.
Men á ársfundinum eru fleiri umboð enn so við úr hvørjum landið. Á ársfundinum eru Føroyar umboðaðar við fýra umboðum frá Føroya Arbeiðarafelag, trimum umboðum fyri Føroya Fiskimannafelag og trimum umboðum fyri Føroya Handverkarafelag. Úr Íslandi koma fimm umboð og úr Grønlandi koma trý við á ársfundin.
À ársfundinum er ætlanin at tosa um felags viðurskifti og har fara umboðini úr teimum ymsu londunum eisini at greiða hinum londunum frá støðuni á arbeiðsmarknaðinum í teimum einstøku londunum.
Ein stórur partur av fundinum snýr seg eyðsæð um fiskivinnuna, tí hon hevur alstóran týdning í øllum trimum londunum.