Fiskimenn við høgari inntøku skulu nú betala meiri í skatti

Skattafrádrátturin til fiskimenn skal nú avmarkast. Ætlanin er at peningurin, sum kemur meiri í landskassan, skal koma teimum lágu inntøkunum til góðar, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Fiskimenn, sum hava høgar inntøkur, skulu nú betala meiri í skatti. Karsten Hansen, landsstýrismaður í fígjgarmálum, sigur, at ætlanin er broytingin skal koma í gildi nú á nýggjárinum.

Hann sigur, at tað ætlar hann at gera við at avmarka tann serliga skattafrádráttin, sum fiskimenn fingu fyri nøkrum fáum árum síðani.

Tá samstykti løgtingið at fiskimenn skulu fáa ein serligan skattafrádrátt upp á 15% av inntøkuni.

Orsøkin til, at hetta var neyðugt, var, at lond, rundanum okkum, geva fiskimonnum serligar skattasømdir.

Tað varð ført fram, at tað ber í sær, at føroyskir fiskimenn støðast ikki í føroyska fiskiflotanum, men rýma í onnur lond at arbeiða og búgva.

Nógvir eru longu farnir, og fingu fiskimenn í Føroyum ikki skattasømdir, fóru fleiri at rýma afturat.

Men fingu okkara fiskimenn ein serligan skattafrádrátt, fór tað at forða fyri at fleiri fiskimenn fluttu.

Og hartil fór tað at eggja teimum, sum eru rýmdir, at flyta heimaftur at búgva, hóast teir annars fiskaðu við útlendskum skipi.

Sostatt skuldi tað ført til, at meiri skattur kom í landskassan, hóast skatturin varð lækkaður.


Frá 1. januar

Men nú uppskot til fíggjarlóg fyri 2001, varð løgd fyri tingið herfyri, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at ætlar at avmarka hendan serliga 15% skattafrádráttin hjá fiskimonnum.

Ætlanin er, at hesin frádrátturin hereftir bara skal umfata inntøkur upp til 500.000 krónur.

Í løtuni kunnu fiskimenn annars draga 15% av inntøkuni frá, áðrenn hon verður skattað, sama, hvussu høg inntøkan er.

Men nú ætlar Karsten Hansen, at 15% kunnu bara dragast frá inntøku upp til 500.000 krónur, meðan fullur skattur verður goldin av tí partinum av inntøkuni, sum er yvir 500.000 krónur.

Karsten Hansen sigur, at tá ið hesin serligi skattafrádrátturin kom, var tað ætlanin, at hann bara skuldi fevna um inntøkur undir 500.000 krónur, meðan fullur skattur skuldi betalast av tí partinum av inntøkuni, sum er yvir 500.000 krónur.

?Men tekniskir trpulleikar gjørdi, at ætlanin at seta hesa avmarkingina í verk, varð slept tá.

? Ístaðin varð tað sett í lógina, at landsstýrismaðurin í fíggjarálum fekk heimild til, við kunngerð, at avmarka skattafrádráttin, til bara at umfata inntøkur undir 500.0000.

Sostatt er tað ikki neyðugt at leggja málið fyri tingið, tí landsstýrimaðurin hevur heimild til at gera tað sjálvur.

? Nú er ikki longur nakar tekniskur trupulleiki at fáa hetta upp í telduskipanina og tað er so ætlanin at gera tað nú, so at broytingin fær gildi frá 1. januar 2001 at rokna, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at orsøkin til hesa broytingina, er, at inntøkur, sum eru omanfyri 500.000 krónur, hava ikki brúk fyri skattalætta.

? Tá ið ein fiskimaður hevur forvunnið 500.000 krónur, hevur hann eisini fingið ein skattafrádrátt uppá 75.000 krónur.

? Og tá haldi eg at tað er rímiligt, at hann betalir skatt, sum øll onnur, av tí, sum er útyvir tað.

Hann sigur, at tað verður ikki nógv, sum landskassin fer at fáa meiri inn í skatti av hesi orsøk.

Men peningurin, sum kemur inn, er ætlanin at brúka til onkusvegna at lætta um hjá teimum, sum hava tær lægstu inntøkurnar.

Hvussu tað skal gerast, er ikki avgjørt enn.