Fiskirættindi føroyinga verða framvegis høvuðsálitið

At nakrir fáir á lógligan hátt gera sær dælt av minkandi veiðimøguleikum og ríka seg sjálvar upp, heldur enn at hugsa um heildina, má steðgast beinanvegin.

Jákup Egholm Hansen hevur grein í bløðunum í seinastu viku, sum fær fólk at undrast, tí hesin maður er ikki hvør sum helst, men formaður í einum sera týðandi føroyskum reiðarafelag, nevniliga tí hjá rækjuflotanum.

Var tað hvør sum helst, so kundi tú halda, at hann hevði miskilt kjakið, sum tíbetur er byrjað um skipan av fiskiríkidøminum hjá Føroya fólki.

At formaðurin hjá rækjumonnunum letur lesaran skilja, at áskoðanirnar hjá formanninum í búskaparráðnum og hjá Føroya Javnaðarflokki vóru eins og tær somu, líkist meira manipulatión enn veruligum vilja til eina sakliga viðgerð av einum sera álvarsomum máli.

Tað er als ikki so, at Javnaðarflokkurin ætlar at leggja avgjald á fiskiloyvi ella selja tey til hægstbjóðandi. Hetta er als ikki tikið upp á tungu í javnaðarhøpi.

Veruleikin er, at tað almenna hevur latið fiskiloyvi til ymisk reiðarí fyri á besta hátt at gagnnýta tað ríka tilfeingi, sum er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum føroyingum. Hesi loyvi skuldu sjálvsagt latast fiskimonnum og skipum, sum hava besta møguleikan at gagnnýta fiskigrunnarnar, og tað eru tey í flestum førum. At tey so verða latin fyri einki, ger rakstrarmøguleikarnar hjá flotanum bara betri, og tað skuldi so eisini komið okkum øllum til góðar.

Men nú koma vit til tað, sum ikki er sambæriligt við andan og góða viljan omanfyri. Tí summir av hesum, sum fingu álitið frá Føroya fólki at gagnnýta okkara felags tilfeingi, misbrúka álitið. Ístaðin fyri at fiska, leggjast teir á fiskirættindini, sum teir fingu fyri einki, leiga tey út til aðrar fyri nógvar pengar ella selja tey fyri okursprís. Altso ta álit, hesir menn fingu, brúka teir nú til at pumpa pening úr eini fiskivinnu, sum frammanundan hevur tungt við at klára seg.

Tað er júst hetta, sum ger tað dýrt og ómøguligt hjá framtakshugaðum, ungum føroyingum at fara til verka, tí áðrenn teir sleppa ígongd, skulu teir (ikki gjalda til tað almenna fyri fiskirættindi, men) gjalda í dýrum dómum til nakrar, sum fingu rættindini fyri einki. Summir eru enntá so grammir at vinna sær pening av fiskirættindunum hjá Føroya fólki, at teir lata aðrar tjóðir fara avstað við loyvunum fyri pening, sum fer í teirra egna privata lumma.

Tað eru hesi viðurskiftini, Javnaðarflokkurin vil fáa eitt kjak í lag um. Spurningurin er als ikki at køva nakran bjartan neista, men ansa eftir, at tilfeingið, sum Føroya fólk eisini í framtíðini skal liva av, verður so rættvíst og skilaliga skipað, at tað kemur øllum fólkinum til gagns.

Tað er neyðugt at lóggáva so, at freistingin á lógligan hátt at misbrúka álitið ikki heldur fram, men at fiskiloyvini, givin eru og vónandi fara at vera givin í framtíðini, fara at koma øllum fiskimonnum, reiðarum og øllum Føroya fólki til mesta gagn.


Hans Jørgensen